Barnakona Á Briks

Barnakonur

Ljósmóðir
Tlf. 304500
Bið um vakthavandi ljósmóður

Broyta/avlýsa viðtalutíð
Tlf. 304625
Telefontíð: kl. 10:30-12:30

Føðifyrireiking
Næsta føðifyrireiking verður í í Veitsluhøllini 4. og 11. desember frá kl. 17:00 - 19:00.

Rundvísing
Rundvísing er á Barnakonueindini fyrsta mánadag í hvørjum mánaða kl. 17:00.

Hent kunning til barnakonur
Føðifyrireiking

Føðifyrireikingarskeið er í Veitsluhøllini á Landssjúkrahúsinum, Eirargarður 7. Føðifyrireikingin er skipað sum tveir fyrilestrar, har høvi er at seta spurningar. Tilmelding er ikki neyðug. 

Tit eru vælkomin at fylgja við á heimasíðuni ella Facebook-vanganum hjá Landssjúkrahúsinum, tá føðifyrireikingin nærkast, tí viðhvørt koma broytingar fyri vegna veður ella sjúku. Vanliga hava vit føðifyrireiking triðja hvønn mánaða. Liggur ikki fyri at koma til føðifyrireiking, eru tit vælkomin at hyggja at filminum um føðifyrireiking niðanfyri.

 

Rundvísing

Rundvísing er á Barnakonueindini fyrsta mánadag í hvørjum mánaði kl. 17.00. Tit síggja føðistovurnar og stovurnar á barsil. Gev gætur – tað er ikki altíð, at føðistovurnar eru tøkar til rundvísingina. 

Tilmelding er ikki neyðug.

Lesandi uttanlands

Hetta er kunning til barnakonur og makar, sum eru lesandi uttanlands, og sum ynskja at eiga á Landssjúkrahúsinum. Lesið meira her.

Viðgongutíð

Her finna tit ymisk evni og svar uppá spurningar, ið ofta verða settir.

Lesið meira um viðgongutíðina her.

Føðing

Føðitilboðini á Landssjúkrahúsinum eru:

  • Føðing og innlegging á Barnakonueindini
  • Ambulant føðing
  • Heimaføðing

Her finna tit kunning um hesi evni:

  • Tekin um byrjandi føðing
  • Byrjandi føðing
  • Føðingin er í gongd
  • At lurta eftir hjartaljóði
  • CTG-kanning
  • Pínustillandi undir føðing
  • Rivur og seyming eftir føðing
  • Planlagdur keisaraskurður
  • Til tín, ið áður hevur fingið keisaraskruð
  • Góð ráð til makan

Lesið meira um evnini innan føðing her.

Tíðin eftir føðing

Í tíðini eftir føðingina eru nógv viðurskifti, ið broytast. 

Tit kunnu lesa um bróstageving, barnið, mammuna og familjuna. Lesið meira um tíðina eftir føðing her.

Barnakonur í Suðuroy

Barnakonur í Suðuroynni ganga í viðgongutíðini til kanningar hjá ljósmøðrunum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Allar barnakonur verða skannaðar á Suðuroyar Sjúkrahúsi í viku 16. Harafturat fáa tær tilboð um skanning á Landssjúkrahúsinum umleið viku 20.
Ljósmøðrakanningar eru í viku 21, 28, 30, 33, 36, 38 og 39. Annars eftir tørvi.

Terminin verður ásett, tá barnakonan hevur verið til ultraljóðsskanning á Landssjúkrahúsinum um viku 20.

Tað er altíð ein ljósmóðir á vakt, sum kann røkkast við at ringja á Suðuroyar Sjúkrahús.

Allar føðingar á sjúkrahúsi í Føroyum fara fram á Landssjúkrahúsinum.

Í viku 21 bíleggur ljósmóðirin á Suðuroyar Sjúkrahúsi íbúð í Gestalonini hjá Landssjúkrahúsinum. Tað er ljósmóðirin, ið samskiftir við Landssjúkrahúsið um gisting, kanningar o.a. í Havn.

Eina viku undan termin fer barnakonan til Havnar at vera, har hon verður knýtt at føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

Lyklakort til íbúðina í Gestalonini fæst í leiðbeiningini á Landssjúkrahúsinum. Makin og eldri systkin eru vælkomin at gista saman við barnakonuni. 

Eftir føðing eru barnakonur vælkomnar á Suðuroyar Sjúkrahús at liggja í barsilssong saman við barninum. Avgerð um hetta verður tikin í samráð við føðideildina á Landssjúkrahúsinum og seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Lesið meira her.

Samband

Deild

Barnakonur
J. C. Svabosgøta 41-49, 100 Tórhavn
Hædd 2, Bygningur A
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós