Maria Nertur Búk

Viðgongutíð

Vegleiðandi yvirlit yvir kanningar í viðgongutíðini
Vika 6-10 Fyrsta viðtala hjá kommunulækna
Vika 17 Fyrsta viðtala hjá ljósmóður
Vika 19-21 Ultraljóðskanning
Vika 21 Ljósmóðir
Vika 25 Kommunulækni
Vika 29 Ljósmóðir
Vika 32 Kommunulækni
Vika 35 Ljósmóðir
Vika 37 Ljósmóðir
Vika 39 Ljósmóðir
Vika 40 Ljósmóðir
41+3 Ultraljóðskanning, ljósmøðrakanning, CTG
41+5 Ljósmøðrakanning, CTG
42+0 Ígongdsetan
4-6 vikur eftir føðing Eftirføðingarsamrøða hjá viðtaluljósmóður
8 vikur eftir føðing Kommunulækni

 

Ljósmøðraviðtala
Staðseting
  • Landssjúkrahúsið - Útistova
  • Læknamiðstøðin í Miðvági
  • Læknahølini í Kollafirði
  • Klaksvíkar Sjúkrahús
  • Læknaviðtalan í Fuglafirði
  • Heilsudepilin við Skálafjørðin
  • Á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Viðtalurnar runt landið eru oftast týsdagar og hósdagar.

Allar barnakonur verða bjóðaðar at koma í viðtalu hjá ljósmóður uml. 6-8 ferðir í viðgongutíðini, og eisini til eftirføðingarsamrøðu nakrar vikur eftir føðing. 

Møguleiki er eisini at koma til føðifyrireiking. 

Tá ið barnakonan hevur verið til fyrstu viðtalu hjá kommunulækna, sendir hann ávísing. Síðani fært hon tíð til fyrstu viðtalu hjá ljósmóður og eina tíð til ultraljóðskanning.

Vit stremba eftir, at barnakonan gongur hjá somu ljósmóður alla viðgongutíðina. Hetta kann tó ávirkast av feriu, farloyvi, sjúku, skeiðvirksemi o.ø.

Viðtalan hjá ljósmóður varar uml. 30 min. Makin er vælkomin við.

Kanningar í viðtaluni

Ljósmóðirin ger eina útvortis kanning av búkinum. So hvørt sum búkurin veksur og barnið mennist, økjast kanningarnar. Ljósmóðirin merkir lívmóðurina, mátar longdina á lívmóðurini og metir, hvussu barnið liggur og hvussu stórt tað er. Ljósmóðirin lurtar eftir hjartaljóði og spyr um tú merkir lív. Tá tú kemur til uml. viku 24, skalt tú merkja barnið flyta seg hvønn dag.

Til hvørja kanning tekur ljósmóðirin blóðtrýstið og kannar landið. Hetta gera vit fyri at kanna, hvussu ovbyrjaður kroppurin er av, at tú ert við barn. Tí eigur tú at hava landið við hvørja ferð. 

Samrøða við ljósmóðurina

Í fyrstu ljósmøðraviðtalu verður tosað um, hvussu fyrsti parturin av viðgongutíðini hevur gingið. Tú verður eisini kunnað um endamálið við ljósmøðrakanningunum.

Tosað verður í høvuðsheitum um:

  • Arbeiðsumstøður 
  • Familjuviðurskifti
  • Parlag og samlív
  • Sálarheilsu
  • Kost og vitaminir
  • Venjing
  • Trivnað sum heild

Um tú hevur átt fyrr, verður tosað um, hvussu tú upplivdi seinastu føðing og hvussu bróstagevingin gekk.

Ljósmóðirin spyr um væntanir til viðgongutíðina, føðing og tað at familjan gerst størri. Tað er ymiskt, hvussu tann einstaka kvinnan og familjan uppliva viðgongutíðina, og hvussu tær sálarligu og kropsligu broytingarnar kunnu kennast.

Tú ert vælkomin at tosa við ljósmóðurina um tað, sum kann stinga seg upp í viðgongutíðini. Eisini verður tosað meira um bróstageving, um tykkara væntanir til hetta, og hvussu tað kann eydnast.

Ljósmóðirin kann geva tær ráð og vegleiðing um ymiskar ampar í viðgongutíðini, sum t.d. at ein hovnar, hevur vaml ella spýr, lið- og vøddapínu o.s.fr.

At ganga yvir tíð

10 dagar yvir tíð - 41 + 3
Tað er vanligt, at barnakonur ganga yvir tíð. Um tú ikki hevur átt 10 dagar yvir tíð, verður tú boðin til kanning á Barnakonueindini. Har verður gjørd ljósmøðrakanning, og hjartaljóðið hjá barninum verður kannað. Eisini verður ultraljóðskanning gjørd. Eru kanningarnar normalar, fert tú aftur til hús.

12 dagar yvir tíð - 41 + 5
Um føðingin ikki er byrjað 12 dagar yvir tíð, verður tú boðin til nýggja kanning á Barnakonueindini.

Ljósmóðurin ger ljósmøðrakanning og hjartaljóðið hjá barninum verður kannað. Vanliga verða lívmóðurhálsurin og lívmóðurmunnurin kannað, og um tað eru búgvin viðurskifti, kann ljósmóðurin bjóða tær hinnuloysn. Um alt sær normalt út, fert tú heim aftur.

Hinnuloysn
Endamálið við hinnuloysn er at fáa lívmóðurina at gera verkir. Um lívmóðurhálsurin og lívmóðurmunnurin eru búgvin, kann ljóðsmóðurin gera hinnuloysn. Ein hinnuloysn kann gera at tú fært sterkari plukkverkir og teknbløðing, og onkuntíð setur hetta gongd í føðingina. Ein hinnuloysn kann eisini hava við sær títtar sterkar plukkverkir, sum tó ikki seta føðingina í gongd.

14 dagar yvir tíð - 42 + 0
Hevur tú ikki fingið verkir, tá tú ert farin 14 dagar yvir tíð, verður viðmælt, at føðingin verður sett í gongd.

Kommunulæknakanningar

Fyrsta kommunulæknaviðtala 6-10 vikur
Tá tú ert vorðin við barn, bíleggur tú eina tíð til viðtalu hjá kommunulækna, har hann  byrjar ferðajournalina og ferðatabellina. Fyrsta kanningin fevnir breitt og savnar saman kunning um teg og tíni viðurskifti. Kommunulæknin spyr um heilsu, um møguligar arvaligar sjúkur, sálarheilsu, sosialar umstøður og arbeiðsviðurskifti.
Blóðroyndir verða tiknar, har blóðflokkur verður staðfestur, og tú verður kannað fyri HIV, hepatitis B, rubellavirus og syfilis.

Um kommunulæknin metir tørv vera á eyka kanningum hjá serlækna, verður ávísing send.

Læknakanning 25 vikur
Læknin metir um trivnað og heilsustøðu. Vekt, blóðtrýst og land verður kannað. Læknin kannar støddina á lívmóðurini og lurtar hjartaljóð. 

Læknakanning 32 vikur
Læknin ger eina heildarmeting av heilsustøðuni. Vekt, blóðtrýst og land verður kannað. Læknin mátar lívmóðurina, metir um støddina á barninum og lurtar hjartaljóð. 

Serlæknaviðtalur og ultraljóðskanning

Landssjúkrahúsið bjóðar barnakonukanningar í viðgongutíðini, herundir ultraljóðskanningar og læknaviðtalur fyri barnakonur við serligum tørvi. Tað eru serlæknar innan gynækologi og obstetrikk, sum gera hesar kanningar.

Hvør kann vera við?
Maki ella ein annar avvarðandi er vælkomin við til kanningina

Mælt verður til at koma til kanningina í góðari tíð, tí tað kann vera trupult at finna parkeringarpláss uttanfyri sjúkrahúsið. 

Skanning í viku 20

Tú fært tíð til eina ultraljóðskanning uml. viku 20, har gjøgnumskanning verður gjørd og terminin verður staðfest. Tú verður biðin um at siga frá í Leiðbeining og síðani seta teg at bíða uttanfyri kanningarrúmið á A2.

Í gjøgnumskanningini verða gøgnini skannaði. Eisini verður hugt eftir tal av fostrum og hvar móðurkakan liggur. 

Kanningin tekur uml. ½ tíma.

Møgulig brek

Nøkur brek eru eyðsýnd og tí løtt at síggja. Onnur brek eru verri at síggja, og tí ber ikki altíð til at staðfesta tey við eini skanning. 

Er illgruni um fostrið ber brek, bjóða vit nýggjar kanningar og vegleiðing. Tað kann vera tungt sálarliga fyri teg og makan, um skanningin vísir okkurt ørkymlandi. Vit hjálpa og vegleiða sjálvandi, um tørvur er á tí.

Vanlig eyðkenni í viðgongutíðini

Tekin um, at tú ert við barn
Tað er ymiskt, hvussu nógv eyðkenni ein hevur. Hetta eru tey mest vanligu:

  • Vaml

  • Spýggja
  • Møði
  • Lítil ella ongin matarlystur
  • Betri og viðkvæmari luktisansur
  • Vekttap
  • Verða tung í huga
  • Missa dæmið

Hjá teimum flestu hvørva hesi eyðkenni um 12. viku, men hjá onkrum vara hesi eyðkenni væl longri. 

Vaml

Tað er púra vanligt at hava vaml og at spýggja í viðgongutíðini. Í roynd og veru kenna vit ikki orsøkina til hetta. Vaml er ikki eitt tekin um sjúku, ella at okkurt er áfatt, men heldur ein natúrligur partur av tí at vera við barn. Barnið tolir, at tú etur minni og lætnar í byrjanini

Hjá heilt fáum gerst vaml og spýggja so ógvusligt, at tað kann tarna einum í gerandisdegnum. Tá eigur tú at venda tær til kommunulæknan. 

Hvat kanst tú gera fyri at bøta um?       

  • Set teg spakuliga upp, tá tú vaknar og ver sitandi eina løtu. Hav okkurt etandi og drekkandi við songina, so tú fært ein bita, áðrenn tú fert upp at ganga. Far stillisliga upp, gakk spakuliga, uttan ov knappar rørslur.
  • Et smáar og títtar máltíðir. Gjarna annan til triðja hvønn tíma – eisini um matarlysturin ikki er til staðar. Hetta kann t.d. vera keks, rosinur, gularøtur og nøtur.
  • Fá tær ein lítlan vatnsopa regluliga og royn at drekka uml. 2 litrar tilsamans um dagin.
  • Sit upprætt aftaná máltíðirnar.
  • Fá tær fríska luft hvønn dag og rør teg dagliga.
  • Gev tær tíð at hvíla nakrar ferðir gjøgnum dagin.
  • Slepp tær undan feitum, kryddaðum og súrligum mati.
  • Fyribyrg at fáa trekan maga við at drekka nógva vætu, eta trevjuríkt og íðka ítrótt. Trekur magi kann gera vamlið verri.

Annað, sum kann minka um vaml:

  • Vitaminískoyti, B6-vitamin
  • Akupunkturviðgerð
Bróstsviði

Vanliga er tað lokavøddin millum maga og vælindi (spísirør), sum tryggjar, at matur og magasýra ikki rennur uppaftur. Í viðgongutíðini gerst lokavøddin bleytari, og barnið trýstur á magasekkin. Hetta hevur við sær, at tú lættari fært bróstsviða. Hetta kemur fyri alla viðgongutíðina.

Hvat kanst tú gera?

  • Et smáar og títtar máltíðir og gev tær far um, um tað eru ávísur matur, sum ávirkar teg. Tað kann t.d. vera sterkt kryddaður ella feitur matur.
  • Matur sum t.d. bananir, mandlur og nøtir, mjólk og grønmeti kunnu minka um mongdina av magasýru.
  • Tú kanst eisini keypa ymiskt í hondkeyp á apotekinum, sum kann minka um bróstsviðan. Sig teimum frá, at tú ert við barn og tey vegleiða teg. 
Kokupína

Í seinna partinum av viðgongutíðini kanst tú fáa pínu í kokuna. Pínan er serliga, har kokubeinini koma saman: framman við kynsbeinið og aftan í báðum síðum. Í viðgongutíðini gerast liðini bleytari og leysari av viðgonguhormonum, og kokan gevur seg. Somuleiðis veksur barnið, og tað gerst tyngri niður í kokuna. Hetta kann hava við sær, at tú fært ilt. 

Hvat kanst tú gera?

  • Kokuni dámar væl symmetri, at rørslurnar ikki gerast ov skeivar. Ansa eftir at snara tær ov nógv á við kokuni, ella at standa og hanga á eina beininum í ov langa tíð. Sit ikki við krossaðum beinum ella í skraddarastøðu. Legg eina pútu millum beinini, tá tú svevur og far í mjúk náttklæði, so tú “glíður” lættari í songini, tá tú skalt venda tær. 
  • Ansa eftir, tá tú dustsýgur ella tá tú gert reint. Fá onnur at hjálpa tær.
  • Sum venjing viðmæla vit svimjing, tí tað gevur vektloysi og avlastan. 
  • Tú kanst fáa ávísing til fysioterapeut, har tú kanst fáa hjálp og vegleiðing til venjingar. Tað er eisini gott at gera venjingar heima. 
At pissa í tíð og ótíð

Longu tíðliga í viðgongutíðini skalt tú oftari og oftari á ves. Allarhelst er tað, tí lívmóðir og barn trýsta á bløðruna. 

Hvat kanst tú gera?

  • Hav góða tíð, tá tú fert á ves og tryggja tær at, bløðran er tóm. Tá tú heldur, at tú ert liðug, reis teg upp - og set teg niðuraftur. Vagga aftur og fram, meðan tú situr á vesinum. Tú kanst trýsta hendurnar niðast á búkin beint yvir bløðruna. Ofta kemur ein dropi afturat. Tryggja tær, at føturnar standa væl á gólvinum. Á henda hátt spennir tú av í undirlívinum. 
  • Tað kann verða trupult at halda sær, tá tú vilt pissa. Ven tí kokubotnin. Drekk ikki ov nógva vætu um kvøldið, so tú sleppur undan at renna ov ofta á ves um náttina.
Bløðrubruni

Ein bløðrubruni kemur av bakterium í bløðruni. Barnakonur fáa oftari bløðrubruna, tí tað er verri at tøma bløðruna, tí lívmóðurin trýstur á urinvegirnar. Lokavøddin í bløðruni er eisini veikari hjá barnakonum og tí koma bakteriur lættari upp í bløðruna. 

Tekin til bløðrubruna kunnu vera eitt sindur ógreið, tá tú ert við barn. Tað kann vera, at landið luktar øðrvísi, og at tað svíður, tá tú pissar. Kanska hevur tú lagt til merkis, at tú hevur fleiri plukkverkir. Tó eru nógvar, sum ongi tekin hava. Tí er umráðandi at kanna landið, tá tú ert hjá kommunulækna og ljósmóður. Hevur tú bløðrubruna, verður tú sett í viðgerð við heilivági - eisini hóast tú ikki kennir nakran ampa av tí.

Hvat kanst tú gera?

  • Drekk nóg mikið. 
  • Far altíð á ves, tá tit hava havt samlegu, tí undir samlegu kunnu bakteriur koma upp í urinrørið.
  • Hevur tú illgruna um bløðrubruna, eigur tú at fara til kommunulækna at kanna landið.
Væta í kroppinum

Í viðgongutíðini fært tú 1-2 litrar av eyka vætu í kroppin. Nógvar barnakonur hovna, sum oftast setur seg í hendur, føtur og bein. Tað er púra vanligt og verður mett sum ein vanligur ampi, sum fylgir við tí at vera við barn.

Hvat kann eg gera?

  • Tú kanst gera venu-pumpu-venjingar fyri bein, koku og hendur.  
  • Tú kanst leggja okkurt undir fótalagið, so tað kemur eitt sindur uppfrá. 
  • Tað hjálpir at vera í vatni, ið masserar kroppin, so at vætan fer aftur í æðrarnar.
  • Akupunkturviðgerð kann eisini linna. 

Onkuntíð kann økt væta vera tengd at hækkandi blóðtrýsti. Tá eigur tú at lata teg kanna hjá kommunulækna ella ljósmóður.

Plukkverkir

Ein plukkverkur er ein stutt krepping av vøddunum í lívmóðurini. Tá lívmóðurin veksur, gerst hetta meira týðiligt. Tí er vanligt at merkja meira til plukkverkir, tá tú nærkast termin. Allar barnakonur hava plukkverkir, men summar merkja teir als ikki. Hevur tú átt áður, merkir tú vanliga fleiri plukkverkir.

Plukkverkir gera, at lívmóðurin kennist hørð. Plukkverkir koma ójavnt, eru veikir og tú eigur ikki at fáa ilt. Longu í viðgongutíðini fyrireikar lívmóðurin seg til føðingina við at gera plukkverkir. Mótsatt føðiverkum, so gera plukkverkir ikki, at lívmóðurhálsurin styttist ella at lívmóðurmuðurin gevur seg. 

Eru plukkverkir vandamiklir?

Plukkverkir eru hvørki vandamiklir fyri teg ella barnið. Undir vanligum umstøðum er tað ikki størri vandi fyri at eiga ov tíðliga, hóast tú hevur nógvar plukkverkir. Tað er heldur ikki neyðugt at verða sjúkraskrivaður orsakað av plukkverkum.

Merkir tú tó so nógv til plukkverkirnar, at tú gerst móð av teimum, kann tað standa ov nógv á í arbeiðinum, ella tá tú kemur heim. Royn tá at minka um virksemi títt og finn løtur, har tú kanst hvíla.

Hvussu fara plukkverkir burtur?

Set ferðina niður og anda djúpt. Hjálpir tað ikki, legg teg so niður og hvíl teg, og so eiga teir at steðga so hvørt. Summar hava fleiri og longri tíðarskeið, har plukkverkirnir vaksa, tí ein ikki hevur tíð at hvíla seg um dagin. Bløðrubruni og trekur magi kunnu eisini gera, at ein hevur fleiri plukkverkir. 

Nær skal eg ringja til ljósmóður ella lækna?

Plukkverkir eru ikki føðiverkir, men gerast plukkverkirnir pínufullir ella regluligir og teir ikki steðga aftur hóast hvíld, so kunna teir í ringasta føri hava við sær, at føðingin fer í gongd. Tá eigur tú at seta teg í samband við kommunulækna ella vakthavandi ljósmóður.

At kenna rørslur

Rørslurnar hjá barninum er fyrsta ítøkiliga sambandi, tú fært við títt barn. Tín kensla av, hvussu barnið er, er ein týdningarmikil partur av at knýta seg til tað í viðgongutíðini. 

Fyri tær flestu barnakonurnar merkjast tær fyrstu fosturrørslurnar sum smáar bløðrur niðast í búkinum.

Um tað er fyrstu ferð, tú ert við barn, kanst tú vænta at byrja at merkja rørslur umleið viku 20-22. Tær nýtist ikki at merkja rørslur hvønn dag at byrja við. Seinni gerast rørslurnar meira lívligar, og tú kennir, hvussu barnið skumpar seg runt og sparkar í búkinum.

Hevur tú átt fyrr, er vanligt at merkja rørslur áðrenn 20. viku. 

Um móðurkakan liggur framman á búkinum, kennist fosturrørslurnar ikki líka væl. Hetta hevur tó ongan týdning fyri trivnaðin hjá barninum.  

Hvussu liggur barnið?

Tá ljósmóðirin metir um støddina á barninum, kannar hon samstundis hvussu barnið liggur. 

Umleið viku 37 er ynskiligt, at barnið liggur við høvdinum niðureftir. Liggur barnið ikki við høvdinum niðureftir, verður tú ávíst til serlækna. Støða verður tikin til, um roynd skal gerast at venda barninum. 

Frá viku 24 skalt tú merkja barnið hvønn dag

Tess eldri barnið verður, jú sterkari gerast fosturrørslurnar. Títt barn rørir seg eftir sínum egna mynstri, og tí kanst tú ikki samanbera teg við aðrar barnakonur. Tú merkir kanska skump, spark ella rullandi flytingar frá barninum. Sum frálíður verður plássið í lívmóðurini minni, og rørslurnar broytast ofta frá at vera spark og puff til eina kenslu av, at barnið toyggir seg og skotrar og trokar.

Barnið fær ofta eitt mynstur, har tað flytir seg á serligum løtum á døgninum. Tá tú nærkast termin, kann barnið hava longri løtur, har tað svevur. Tó skalt tú framhaldandi merkja barnið flyta seg fleiri ferðir dagliga.

Tú eigur at geva tær tíð til at merkja barnið fleiri ferðir um dagin. 

Um tú ikki merkir fosturrørslur

Um tú ivast í, um tú merkir rørslur, ella um barnið flytir seg nógv minni enn vanligt, skalt tú venda tær til Landssjúkrahúsið og biðja um vakthavandi ljósmóður.

Áðrenn tú ringir til vakthavandi ljósmóður, kanst tú royna hetta:

  • Legg teg niður at hvíla. Onkuntíð kann orsøkin vera, at tú hevur verið upptikin av øðrum. 
  • Royn at fáa barnið at røra seg við at trýsta á búkin. 
  • Drekk eitt glas av køldum vatni. Tað kann onkuntíð vakja eitt sovandi barn.

Um tú framvegis ikki merkir barnið, ella um tú kennir teg ótrygga, eigur tú at tosa við vakthavandi ljósmóður.

Venjing og rørsla í viðgongutíðini

Danska heilsustýrið mælir til, at allar barnakonur íðka ítrótt 30 minuttir um dagin alla viðgongutíðina.

Hetta er týdningarmikið fyri tína heilsu, og tað hevur nógvar fyrimunir í samband við viðgongutíð og føðing. Harafturat hevur hetta fyrimunir fyri barnið.

Íðkar tú i minsta lagi 30 minuttir um dagin, har pulsurin fer upp, kanst tu styrkja kroppin og minka um vandan fyri præeklampsi og sukursjúku í viðgongutíðini. Rørsla er við til at geva tær meira orku og kann hava við sær, at tú fert minni fram í vekt. Rørsla í viðgongutíðini er við til at geva færri yvirvektig børn. 

Venjing og rørsla er gagnlig fyri heilsu tína og er við til at fyrireika kroppin og serliga vøddar og vevnað rundanum og í kokuni. Tú fært meira styrki, og hetta kann tí vera við til at minka um trupulleikar í viðgongutíðini, so sum lenda- og ryggpínu og eymleika í kokuni. Hetta hevur eisini jaliga ávirkan á barnið og harvið hjálpa tí at leggja seg væl til rættis í kokuni, áðrenn føðingin byrjar.

Góðir vanar í viðgongutíðini
  • Ein gongutúr hvønn dag í 30 minuttir.
  • Hugsa um kropsburðin - fá akslarnar aftur og koyr bringuna fram.
  • Gang við góðari ferð.
  • Hvíl teg í góðari støðu, við stuðli undir knøunum, øklum, búki og nakka.
  • Sit væl. Set teg framav, so tú situr á kokubeinunum og ikki smokkar niður á halabeinið.
  • Hav knøini hægri enn mjadnarnar, tá tú situr.
Tá móðurkakan liggur fyri lívmóðurhálsin

Móðurkakan (placenta) situr á staðnum, har gitna eggið hevur sett seg fast á lívmóðurvegginum. Móðurkakan knýtur barnið saman við blóðrenslinum á mammuni og nørir tískil barnið við súrevni og føðsluevnum.

Hevur eggið sett seg fast í niðara partin av lívmóðurini, kann móðurkakan leggja seg tætt við ella fyri livmóðurhálsin. Hetta kallast á fakmálið placenta prævia og sæst til gjøgnumskanningina í viku 20.

Eyka ultraljóðskanning

Liggur móðurkakan fyri, eigur tú at koma til eyka skanning seinni í viðgongutíðini, umleið viku 32, og møguliga eisini aftur seinni. Vandin fyri at hava móðurkaku, sum leggur seg fyri lívmóðurhálsin er størstur hjá roykjarum, hjá kvinnum yvir 35 ár, við tvíburum og hjá kvinnum, sum áður hava fingið keisaraskurð. Hjá teimum allarflestu (uml. 80-90 %), har hetta sæst við fyrstu skanning, flytir móðurkakan seg, tá lívmóðirin veksur. 

Flytir móðurkakan seg er eingin orsøk til at hava serlig fyrivarni ella koma til eyka kanningar. Hjá hinum (uml. 10-20%) verður móðurkakan kortini liggjandi fyri lívmóðurhálsin og forðar fyri, at barnið kann koma niður í kokuna undir føðing.

Hvar móðurkakan situr í viku 19 hevur tí ikki við sær serlig fyrivarni í viðgongutíðini. So leingi tú ikki bløðir, kanst tú framhaldandi íðka ítrótt, hava samlegu, lyfta og fara til arbeiðis. 

Tá móðurkakan liggur heilt ella partvíst fyri lívmóðurhálsin, kunnu hesar barnakonur bløða í viðgongutíðini. Tað kann t.d. koma av plukkverkum ella samlegu. Bløðing skal altíð takast við stórum álvara, tí tað kann føra til størri bløðing.

Bløðir tú, skalt tú seta teg í samband við vakthavandi ljósmóður. Tú verður tá kannað við skanningum og CTG. Sum oftast kann barnakonan verða útskrivað, tá bløðingin er steðgað.

Liggur móðurkakan fyri, tá tú nærkast termin, skalt tú eiga við planløgdum keisaraskurði. 

Í síðsta triðingi av viðgongutíðini kanst tú ikki ferðast uttanlanda og tú eigur eisini at ansa tær við samlegu. 

Rhesus D negativur blóðflokkur

Flestu barnakonur eru rhesus D positivar, sum merkir, at tær hava ein D-faktor á reyðu blóðlikamunum. Nakrar (uml. 15%) eru tó rhesus D negativar. Hetta merkir, at tær ikki hava ein D-faktor á reyðu blóðlikamunum. 

Hvat merkir hetta?

Í viðgongutíðini og undir føðing kann eitt sindur av blóðinum hjá barninum koma yvir í títt blóðrensl. Hetta kann hava við sær, at tú framleiðir andevni móti blóðinum hjá barninum – eisini kallað rhesus immunisering. Rhesus immunisering er sjáldan ein trupulleiki í núverandi viðgongutíð, men kann hava fylgir næstu ferð, tú gerst við barn. Hevur tú gjørt andevni móti blóðinum hjá barninum, kann tað elva til blóðmangul ella álvarsliga sjúku hjá barninum í móðurlívi. Hetta kann viðgerast, og tí verður hetta kannað í viðgongutíðini.
 
Til fyrstu viðtalu hjá kommunulækna tekur tú eina blóðroynd at staðfesta blóðflokk. Er blóðflokkurin rhesus D negativur, skalt tú taka eina nýggja blóðroynd í viku 35, tá tú fert til kommunulækna aftur. Hetta er fyri at tryggja, at tú ikki framleiðir andevni í blóðinum mótvegis fostrinum. 

Hetta merkir, at ein blóðroynd úr nalvasnórinum verður tikin, tá barnið er føtt, fyri at staðfesta blóðflokkin hjá barninum. Hevur barnið sama blóðflokk sum tú – rhesus D negativ – hevur hetta onki at siga. Um barnið harafturímóti er rhesus D positivt, fært tú anti-D immunglobulin-viðgerð.

Tú fært anti-D immunglobulin innan 72 tímar eftir føðing. Tað verður givið sum ein innspræning í lærið. Hetta fyribyrgir, at tú gert andevni móti komandi børnum. 

Ovurviðkvæmi fyri anti-D immunoglobulini er ógvuliga sjálsamt. Av trygdarávum hevur starvsfólki eyguni við tær fyrstu løtuna eftir innspræningina. Tú kanst sjálv vera varug við, um tú merkir tekin til ovurviðkvæmi sum t.d. skriða ella trupulleikar við at anda.

Tvíburar

Tvíburar koma fyri í 1-2 % av øllum viðgongutíðum. At ganga við tvíburum kann vera nógv øðrvísi enn at ganga við einum barni. Tað er nógv, sum kann kennast øðrvísi, bæði kropsliga og sálarliga, og so eru nógv praktisk viðurskifti at taka støðu til.

Tá tú gongur við tvíburum, hevur tú ofta vaml, ert troytt, meira eym og kanst hava meira pínu. Oftast hevur tú fleiri plukkverkir enn barnakonur, ið ganga við einum barni.

Við tvíburum er ein øktur vandi fyri at eiga ov tíðliga ella at børnini ikki trívast í móðurlívi. Tí verður tú kannað oftari í viðgongutíðini. Tú fært títtar ultraljóðskanningar hjá serlækna fyri at tryggja, at bæði børnini vaksa og mennast. 

Tær flestu tvíburamammurnar liva tó normalt í viðgongutíðini. 

Felags móðurkaka

Tvíburar við felags móðurkaku verða eisini kallaðir monokoriskir tvíburar. Hetta er eitt sjáldsamari fyribrigdi, umleið 30 % av tvíburum hava felags móðurkaku. Teir eru altíð eineggjaðir og eru altíð av sama kyni. Hava børnini felags móðurkaku, er størri vandi fyri komplikatiónum, tí tað kann vera ójavnt býti av blóðinum frá móðurkakuni. 

Tá verður viðmælt, at tú gongur til ultraljóðskanning aðruhvørja viku frá viku 20 fyri at tryggja, at bæði børnini vaksa, og at tað er nóg mikið av fosturvatni. 

Mælt verður til ígongdsetan ella keisaraskurð í 37. viku. 

Tvær móðurkakur

Tvíburar við hvør sínari móðurkaku verða eisini kallaðir dikoriskir tvíburar. Hetta er vanligasta fyribrigdi av tvíburum. Tvíburarnir eru oftast tvíeggjaðir og kunnu teir vera av hvør sínum kyni. Hava børnini hvør sína móðurkaku, er vandin fyri komplikatiónum minni, og í flestu førum er ultraljóðskanning 4. hvørja viku frá viku 20 nóg mikið. Eru tekin til tarn í vøkstrinum hjá børnunum, verður fylgt upp við fleiri kanningum. 

Um tvíburin, sum liggur fyrst fyri, liggur við høvdinum niðureftir, og tað ikki hava verið komplikatiónir í viðgongutíðini, verður viðmælt at eiga vanligt. Vanliga verður føðingin sett í gongd umleið 39. viku.

Vegleiðandi yvirlit yvir kanningar í viðgongutíðini

Vika 12-23

​​Gestatiónsaldur​​

​ 10

​ 16

​ 20

​​​ 22​

Ljósmøðraviðtala

​  X

​  X

​Kommunulækni

​  X

​Ultraljóðskanning fyri brek

​  X​

 

Vika 24-​36

​Gestatiónsaldur

​23-24

25​

28

​30

​32

​34

​36

38

​Kanning hjá føðilækna

X

X

​ X

X

​Ljósmøðraviðtala

​​

​X

​ X

​X

X

​Tilvøksturskanning

X

​X

​(X)

​X

​(X)

​X

 

​​Kommunulækni

X

X​

   
Ljósmøðraviðtala

Tú gongur til vanliga viðtalu hjá ljósmóður. Tað er møguligt hjá ljósmóðurini at leggja eyka viðtalur inn eftir tørvi. Í viðgongutíðini verður tosað um serligu avbjóðingarnar og spurningar, sum kunnu verða í samband við viðgongutíð, føðing og barsil. 

Tað er ein øktur vandi fyri sukursjúku í viðgongutíðini, umframt præeklampsi. Tí verða allar tvíburamammur boðnar til sukurløðslu.

At avlasta

Á leið viku 27 er lívmóðirin hjá eini tvíburamammu eins stór sum lívmóðirin hjá barnakonu, ið er komin á tíð við einum barni. Tí hava flestu tvíburamammur tørv á meiri hvíld um hesa tíðina. Viðmælt verður at verða sjúkraskrivað frá uml. viku 28 fyri at minka um vandan at eiga ov tíðliga. Tað kann í summum førum verða fyrr, um tú hevur tungt arbeiði, ert illa fyri av plukkverkjum ella um lívmóðirhálsurin er styttur. 

Eingin gransking vísir, at tað at verða songjarliggjandi fyribyrgir, at tú eigur ov tíðliga. Harafturímóti bendir alt á, at tað er gott at vera kropsliga virkin, eitt nú at ganga túrar, at súkkla og at svimja. 

Føðingin

Um fremsti tvíburin liggur við høvdinum niðri í kokuni, kanst tú eiga normalt. Liggur fyrsti tvíburin tvørturum ella við afturpartinum niðureftir, mæla vit til at eiga við planløgdum keisaraskurði. Meginreglan er, at viðgongutíðin endar uml. 1-3 vikur áðrenn tíð.

Eigur tú vanligt, er altíð ein størri tilbúgving til reiðar við ljósmøðrum, føðilækna, barnalækna og sjúkrarøktarfrøðingi. Har er eftirlit við hjartaljóðunum hjá børnunum gjøgnum alla føðingina. 

Sum heild er tað ikki tann stóri munurin á einari vanligari føðing av einum barni og tveimum. Uml. 75% av tvíburamammum, sum eiga vanligt, eydnast við hesum, meðan 25% eiga við keisaraskurði. 

Eins og til vanligar føðingar leggja vit stóran dent á rørslu, hóast tú ert meira bundin til CTG-tólið. Hetta hevur eisini við sær, at tað ber ikki til at fara í baðikar undir føðing. Har eru tó aðrir hættir at linna verkpínuna. 

Undir føðing er bert ein ljósmóðir inni. Vanliga kemur vakthavandi føðilækni inn og heilsar uppá tykkum undir føðing. Tá tú byrjar at pressa, verða hini starvsfólkini kallað inn á stovuna. Vit leggja stóran dent á, at tað er róligt og hugnaligt inni á stovuni, hóast tað eru nógv starvsfólk inni. Tá tvíburi A er føddur, kemur oftast ein longri steðgur millum verkirnar. Hesa løtuna kanst tú heilsa uppá lítla nýføðingin, og vanliga kanst tú hava barnið liggjandi húð móti húð.

Tá tú skalt eiga tvíbura B, fær makin ella okkurt starvsfólk ábyrgdina av tvíbura A. Tá tvíburi A er føddur, stendur ein ljósmóðir/lækni við síðuna av tær og heldur um búkin, so at tvíburi B kemur niður í kokuna í longdarlegu. Tá tvíburi B er komin niður í kokuna og tú hevur fingið verkir aftur, fært tú aftur pressutrongd og eigur. Í einstøkum førum er neyðugt at gera akuttan keisaraskurð við næsta tvíburinum. Hetta er tíbetur sera sjáldsamt. 

Um tú ikki hevur átt áðrenn uml. 1-3 vikur áðrenn termin, er vanligt at seta føðingina í gongd. 

Aftaná føðing

Best er at børnini koma húð móti húð hjá tær skjótast gjørligt. Onkuntíð er neyðugt, at barnalækni kannar børnini beint eftir føðing. Um børnini hava tað gott, verða tey løgd á bringuna, og tú fært hjálp at leggja tey til.

Eru børnini fødd við keisaraskurði og tey hava tað gott, so verða tey verandi á skurðstovuni saman við tær og makanum. Roynt verður at geva tykkum frið at njóta løtuna við nýføðingunum teir fyrstu tímarnar. 

Aftaná føðingina hava tú og makin møguleika at verða innløgd á barsil, har makin kann vera innlagdur saman við tær og nýføðingunum allar dagarnar. Tað er ymiskt, hvussu longi tað er tørvur á at vera innlagdur, og veldst hetta um, nær børnini eru fødd, hvussu bróstagevingin gongur og hvussu børnini trívast.

Góð ráð, tá tit eru heimkomin

Heilsufrøðingur setur seg vanliga í samband við tykkum fyrstu vikuna eftir heimkomu. 

  • Tað er skilagott at fáa eina góða rútmu í gerandisdegnum.
  • Set teg endiliga í samband við onnur tvíburaforeldur, t.d. umvegis heilsufrøðing.
  • Melda teg til barsilsfimleik / eftirføðingarvenjing.
  • Tak ímóti allari hjálp frá familju og vinfólki – tey hjálpa allarhelst fegin.
Barnakonusukursjúka

Tá tú ert við barn gera hormonbroytingar, at sukurstoffskifti eisini broytist. Hetta hevur við sær, at kroppurin skal framleiða meira insulin fyri at halda blóðsukrinum á vanligum støði. Megnar kroppurin ikki at framleiða nóg mikið av insulini, kann ein fáa barnakonusukursjúku. Á fakmáli verður hetta nevnt gestationel diabetes mellitus, herav styttingin GDM. 

Hvør fær sukursjúku?

Summar barnakonur kunna fáa sukursjúku í viðgongutíðini. Sjúkan kemur vanliga í seinnu helvt av viðgongutíðini, tá kroppurin hevur størri tørv á insulin.

Sukursjúka í viðgongutíðini hevur vanliga ongi sjúkueyðkenni við sær, og hjá flestu barnakonum hvørvur sjúkan av sær sjálvum eftir føðingina. Ert tú í vandabólki, bjóða vit tær at gera kanningina Sukurløðsla, har blóðsukrið verður kannað.

Tú eigur at fara til sukurløðslu, um: 

  • Sukur sæst í landinum á urinstixinum

  • Familjulimir hava sukursjúku (mamma, pápi, omma ella abbi hjá barnakonu)

  • BMI > 27

  • Føðivekt áður > 4500 g

  • Tú hevur áður havt barnakonusukursjúku

  • Tú hevur PCOS (Poly Cystisk Ovariu Syndrom)

  • Tú væntar tvíburar

Viðgerð av GDM

Viðgerðin er fyrst og fremst ein kostætlan og venjing

  • Kostætlan: Sunnan kost, sum tryggjar, at blóðsukrið ikki gerst ov høgt. Ein kostætlan er tann viðgerðin, sum er nøktandi fyri flestu barnakonur fyri at halda blóðsukrinum niðri. Tú fært eina samrøðu við ein kostráðgeva, har tit seta saman eina matskrá, sum hóskar til tín. 

  • Venjing: Mælt verður til, at tú venur ein hálvan tíma hvønn dag. Hetta kann vera gongutúrar við góðari ferð, at svimja, styrkivenjing ella okkurt tílíkt. Venjing er umráðandi og er við til at halda blóðsukrinum niðri, tá tú hevur GDM.

  • Insulinviðgerð: Viðgerð við insulin er neyðug í summum førum (uml. 20%). Verður hetta neyðugt, fært tú meira kunning og vegleiðing.

Hvat hevur GDM at siga fyri barnið?

Sukursjúkan kemur aloftast seint í viðgongutíðini, tá ið líkindi fyri brek hjá barninum er sera lítil. Er blóðsukrið hjá tær vælregulerað, er vandin fyri trupulleikum hjá barninum ikki stórur. 

Hesi viðurskifti gera seg tó oftari galdandi hjá børnum, har mamman hevur GDM:

  • Stórt barn: Av tí at barnið kann hava fingið ov nógv sukur, kann tað vaksa seg størri enn vanligt. Eitt stórt barn kann gera føðingina meira trupla.

  • Ov lágt blóðsukur: Lágt blóðsukur hjá barninum kann koma tað fyrsta døgnið eftir føðingina. Tá tú hevur GDM, kann barnið hava havt størri insulinframleiðslu í móðurlívi. Blóðsukrið hjá barninum skal tí mátast. Um blóðsukrið hjá barninum er ov lágt, er viðgerðin sum oftast at leggja barnið til bróstið umframt at fáa mjólkarískoyti. Tað merkir ikki, at barn títt er føtt við sukursjúku. 

  • Gulsótt: Barn títt er í størri vanda fyri at fáa gulsótt. Gulsótt sæst í flestu førum 2-5 dagar eftir føðing. Tá skal barnið viðgerast við ljósviðgerð á Barnakonueindini.

  • Yvirvekt og typa 2 sukursjúka: Børn hjá mammum við GDM hava ikki øktan vanda fyri breki. Barnið er tó í vanda fyri at fara at viga ov nógv og at fáa typu 2 sukursjúku seinni í lívinum. 

Fylgitrupulleikar av GDM

Tá tú hevur GDM, kunnu koma aðrar komplikatiónir í viðgongutíðini, so sum præeklampsi, ov høgt blóðtrýst, størri mongd av fosturvatni og at eiga ov tíðliga.

Harafturat verður føðingin ofta sett í gongd.

Er gott tamarhald á sjúkuni, kunnu komplikatiónir vanliga fyribyrgjast.

Eftirlit við blóðsukrinum í viðgongutíðini

Tú skalt máta blóðsukrið fyri at hava eftirlit við GDM. Hetta skal gerast 7 ferðir um dagin.

  • Áðrenn morgunmatin og 2 tímar aftaná morgunmatin

  • Áðrenn døgurðan og 2 tímar aftaná døgurðan

  • Áðrenn nátturðan og 2 tímar aftaná nátturðan

  • Áðrenn songartíð

Blóðsukrið skal liggja undir 6 áðrenn máltíðirnar og undir 8 aftaná máltíðirnar. Á songartíð skal tað liggja undir 8.

Diabetesambulatoriið útflyggjar eitt blóðsukurapparat at nýta í viðgongutíðini og eftir føðingina.

GDM og føðing

Er sukursjúkan vælregulerað kanst tú eiga vanligt. Tað verður tó viðmælt at føðingin verður sett í gongd uml. v. 41+0, um tú ikki longu hevur átt tá. Støddmeting av barninum avgera, um føðingin skal setast í gongd fyrr. 

Eftirlit við blóðsukrinum aftaná føðing

Í flestu førum fer GDM burtur av sær sjálvum beint eftir føðing. Tú verður boðin til eina sukurløðslu fyri at kanna sukurstoffskiftið uml. 8 vikur eftir føðing.

Aftaná eigur tú at tosa við kommunulæknan um at gera eina sukurløðslu uml. annaðhvørt ár.

Umráðandi er at fylgja við sukurstoffskiftinum, tí umleið helvtin av barnakonunum, sum hava havt GDM, fáa sukursjúku seinni í lívinum.

Fyribyrging av sukursjúku

Matur fær blóðsukrið at hækka og venjing lækkar um blóðsukrið.

Tú kanst sjálv vera við til at fyribyrgja eini sukursjúku í viðgongutíðini við at:

  • Ansa eftir, at títt BMI ikki verður hægri enn 27

  • Venja/røra teg í minsta lagi 30 minuttir hvønn dag

  • Hava góðar og sunnar kostvanar. Sí folkaheilsa.fo/kostur/nyggj-kostrað

Vending
Tá barnið er í afturpartalegu

At barnið liggur í afturpartalegu merkir, at tað liggur við afturpartinum niðureftir og høvdinum uppeftir. Uml. 3-4 % av øllum børnum liggja í afturpartalegu tá terminin nærkast. Tað er púra vanligt, at tey liggja í afturpartalegu onkuntíð í viðgongutíðini. Móti endanum venda tey sær sum oftast sjálvi.

Ein vaginal føðing við barni í afturpartalegu hevur við sær størri atlit. Um barnið ikki liggur í skallalegu um 37. viku, verður tí roynt at venda barninum.

Soleiðis verður barnið vent

Áðrenn barnið verður vent, verður tú skannað fyri at síggja, hvussu barnið liggur og hvar móðurkakan situr. Eftir hesa skanning verður koyrt CTG (hjartaljóðskurva). 

Vendingin verður gjørd av einum føðilækna, og ein ljósmóðir hjálpir til. Læknin tekur um búkin við hondunum og roynir varliga at venda barnið við at førka høvdið niðureftir og rumpuna uppeftir. Eins og tað bóltar rút. Ímeðan barnið verður vent, verður hjartaljóð lurtað javnan. Ein fær vanliga ikki ilt av at venda barninum, men tað kann kennast ”óbehageligt”. Kennist tað ov ógvusligt ella ov pínufult, verður vendingin steðgað. Vanliga tekur tað 5-10 minuttir at venda barninum. Skannað verður aftur fyri at síggja, um høvdið vendir niðureftir. Síðani verður koyrt CTG aftur. Er alt, sum tað eigur at vera, kanst tú fara heim.

Vansar

Tað er lítil vandi fyri, at trupulleikar standast av vendingini. Tó kunnu trupulleikar koma við nalvastronginum ella móðurkakuni. Í 0,5 % av førunum kann tað tí gerast neyðugt at gera akuttan keisaraskurð, tá vent verður. 

Tá vendingin eydnast

Tað eydnast at venda uml. 50 %. Eydnast tað at venda barninum, kanst tú eiga vanligt. Tú heldur fram við vanligu ljósmøðrakanningunum og ringir inn á Barnakonueindina, tá tú ert í føðing.

Hóast vendingin eydnast, kann barnið venda sær aftur. Hevur tú hendan varhugan, kanst tú venda tær til vakthavandi ljósmóður og fáa eina tíð til ultraljóðskanning.

Tá vendingin miseydnast

Tá tað ikki eydnast at venda barnið, verður onkuntíð roynt at gera nýggja vending. Um hetta ikki eydnast, fært tú tilmæli um føðihátt.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós