5 Endurvenjingergoterapi 10
Landssjúkrahúsið

Ergo- og fysioterapi á Landssjúkrahúsinum

Á deildini fyri Ergo- og fysioterapi arbeiða 27 starvsfólk. Deildin er tvørgangandi og veitir tænastu til allar deplar á Landssjúkrahúsinum. Arbeitt verður við bæði innløgdum og ambulantum sjúklingum, og eru tænasturnar frá Ergo- og fysioterapideildini  ein týðandi partur av viðgerðini, sum er knýtt at ymsum sergreinum. Somuleiðis eru tænasturnar partur av at optimera og tryggja sjúklingagongdir. Arbeitt verður evidensbaserað vísandi til nýggjastu gransking.

Á deildini starvast 16 fysioterapeutar, 5 ergoterapeutar, 2 audiologopedar, neurosálarfrøðingur, sálarfrøðingur og kliniskur sexologur, ið veita serkøna og almenna endurvenjing/viðgerð á Landssjúkrahúsinum.

Deildin er skipað við deildarleiðara, umframt tveimum varaleiðarum, ið eru ávikavist ergoterapeutur og fysioterapeutur. Harumframt starvast eitt hjálparfólk á deildini.

Audiologopedur, neurosálarfrøðingur, sálarfrøðingur og kliniskur sexologur veita tænastur og eru partur av sjúklingagongdum á øllum trimum sjúkrahúsunum – Klaksvíkar Sjúkrahús, Landssjúkrahúsið og Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Í Ergo- og fysioterapiini á Landssjúkrahúsinum fáa sjúklingar endurvenjing undir innleggjan. Í ávísum føri verður endurvenjing skipað ambulant. Tá er talan um sjúklingar, ið halda fram við endurvenjing/viðgerð eftir útskrivan.

Endurmenning og venjing

Ergo- og fysioterapeutar kanna, viðgera og eftirmeta sjúklingar. Stórur dentur verður lagdur á, at sjúklingurin sjálvur hevur ávirkan á gongdina.

Endamálið er at sjúklingurin fært ment sínar førleikar til mest møguligt sjálvbjargni í gerandisdegnum.

Her verður hugsað um:

  • Fysiskar førleikar: At gerast so væl fyri fysiskt sum gjørligt.
  • Egin umsorgan: Persónlig røkt og annað.
  • Arbeiði: Lønt/ólønt arbeiði, húsligt arbeiði, skúla ella útbúgving.
  • Frítíð: Ymisk ítriv og áhugamál, ítróttur, vitja fólk v.m.

Í viðgerðini verður arbeitt við terapeutiskari tilgongd, har fysiskir førleikar at flyta seg og klára gerandis uppgávur verður vant.

Fyri sjúklingar, sum ikki hava allar neyðugur førleikar, ber til at tillaga arbeiðsuppgávur og/ella umhvørvi, fyri á tann hátt at kompensera fyri teimum manglandi førleikunum. Ergo- ella fysioterapeutur kann hjálpa við eyðmerkja neyðugar tillaðingar í nærumhvørvinum hjá sjúklinginum. 

Endurvenjing til innlagdar sjúklingar

Innlagdir sjúklingar fáa endurvenjing, um lækni ávísir/skipar fyri hesum. Hesir sjúklingar eru úr ymiskum sjúklingabólkum. Borgarar, knýttir at Psykiatriska deplinum, kunnu bert ávísast til ergo- og fysioterapi av læknum á Psykiatriska deplinum.

Endurvenjingarætlan

Um lækni/terapeutur metur at sjúklingurin framhaldandi hevur tørv á endurvenjing verður endurvenjingarætlan bjóða og gjørd í samráð við sjúklingin. Sjúklingurin skal í seinasta lagi, tá ið viðkomandi verður útskrivaður av sjúkrahúsi, ella tá ið ambulanta sjúkrahúsendurvenjingin er liðug, fáa bjóða eina endurvenjingarætlanina.

Ambulant endurvenjingartilboð

Sjúklingar, ið eru útskrivaðir, kunnu halda fram við ambulantari endurvenjing í eitt avmarkað tíðarskeið, eftir at teir eru útskrivaðir av sjúkrahúsi. Sjúklingar kunnu í ávísum førðum ávísast beinleiðis til ambulanta viðgerð.

Ambulantu endurvenjingartilboðini eru hesi:

  • Barnakonur við kokupínu fáa vegleiðing v.m.
  • Børn verða kannað, fáa vegleiðing og viðgerð
  • Heittvatnsvenjing  
  • Hjartarehabilitering fyri skurðviðgjørdar sjúklingar og sjúklingar við hjartaviknan
  • Endurvenjing fyri krabbameinsjúklingar, sum eru ella nýliga hava verið í viðgerð
  • Lungnarehabilitering fyri KOL og aðrar lungnasjúkur
  • Framhaldandi venjing fyri sjúklingar við apopleksi
  • Uppfylgjandi endurvenjing eftir ortopedskurðviðgerðir
  • Psykiatrisk ergoterapi, útgreining og venjing av førleikum, sansastimbrandi viðgerð v.m.
  • Psykiatrisk fysioterapi, kanning, meting, viðgerðir - kroppskensluvenjing og kroppsedukatión

Hvør fær ambulanta ergoterapi og fysioterapi á Landssjúkrahúsinum?
Sjúklingar ið skulu venja uppaftur eftir brot ella skurðviðgerð, fáa endurvenjing í eitt avmarkað tíðarskeið á Landssjúkrahúsinum. Harumframt eru nøkur skipaði tilboð (sí meiri niðanfyri)

Upplatingartíðir

Mánadag til fríggjadag frá kl. 08:00 til 16:00

Telefontíðir mánadag til fríggjadag frá 08:00 til 09:00 og 12:00 til 14:00. 

Viðtala sambært ávísing.

Finn veg

Sí filmsbrot, har gingið verður úr forhøllini á Landssjúkrahúsinum og oman á deildina, við at trýsta á myndina niðanfyri.

Samband

Deild

Ergo- og fysioterapi á Landssjúkrahúsinum
J. C. Svabosgøta, 41-49
H0: Ergo- og fysioterapi
E-bygningurin: Sálarfrøðingur, Neurosálarfrøðingur, Logopedur og Kliniskur sexologur
P35 á Eirargarði 19: Psykiatrisk fysioterapi

Leiðandi starvsfólk

Álvur Hansen , deildarleiðari
alvha@ls.fo
Jórunn Simonsen , varaleiðari og fysioterapeutur
jorsi@ls.fo
Hansa Olsen , varaleiðari og ergoterapeutur
hanoe@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt. 

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós