Køkurin á Landssjúkrahúsinum
Køkurin er ein deild undir Tænastudeplinum.
Køkurin framleiðir mat til:
Sjúklingar, Matarhøllina, Kafeina, tiltøk og til fundar- og skeiðsvirksemi. Eisini hevur køkurin ábyrgd av Kafeini í forhøllini.
Køkurin er opin hvønn dag frá kl. 7.00 til 15.00
Í køkinum starvast økonoma, kost-og føðslufrøðingar, kokkar, bakari, føðsluatstøðarar, føðsluatstøðaralærlingar og køkshjálpir.
Les faldaran um matin á Landssjúkrahúsinum her
Útbúgving
Køkurin er góðkendur til at útbúgva føðsluatstøðarar. Eisini hevur køkurin eitt samstarv við Københavns Professionshøjskole, ið ger tað møguligt at koma í starvsvenjing í Køkinum á Landssjúkrahúsinum um tú ynskir at gerast yrkisbachelor í føðslu og heilsu.
Føðsluatstøðingur
Føðsluatstøðingurin ger heilsugóðan gerandismat. Føðsluatstøðingurin kann átaka sær allar arbeiðsuppgávur í køkinum.
Føðsluatstøðingurin hevur ábyrgdina av, at maturin smakkar væl, sær innbjóðandi út og at góðskan livir upp til galdandi tilmælir. Føðsluatstøðingurin er vanur við at finna uppá, gera kostætlan, meta um og nýta uppskriftir, so máltíðin hevur høga góðsku.
Hvussu langa tíð tekur tað?
Útbúgvingin sum føðsluatstøðingur er ein yrkisútbúgving, har lærutíðin er 2 ár og 11 mðr. Skúlagongdin í lærutíðini er 20 grundvikur og 3 x 10 vikur á tekniskum skúla í Danmark.
Hvat lærir ein undir útbúgvingini?
Føðsluatstøðingurin fær verkligar førleikar innanfyri:
- Klárgerð, tilgerð og borðreiðing av mati
- Klárgerðingarhættir
- Køkstøkni
- Sensorikki (sansingarkunnleika)
- Góðskutilvitan við atliti at mataruppliving, matvøru og føðslu
- Reinføri og innaneftirlit
- At leggja til rættis
- Meting um mat og máltíðir í samsvari við tørv hjá brúkarunum
- Burðardygd og mat, ið fer til spillis
- Føðslu og serkostfrøði
- Ábyrgd
- Arbeiðsøki og virksemi
Sum føðsluatstøðingur er títt arbeiðsøki køkurin á Landssjúkrahúsinum, har allur maturin verður framleiddur.
Høvuðsuppgáva okkara er at veita góðan mat til sjúklingar. Vit gera somuleiðis mat til starvsfólk, sum fæst til keyps í Matarhøllini á Eirargarði. Vit veita eisini mat til Kafeina í forhøllini, sum t.d. grønmeti til salatborð, døgurði, smyrjibreyð, skundverðar og dessertir. Harumframt veitir Køkurin eisini ymiskt leskiligt til innanhýsis móttøkur og fundarvirksemi.
Les meira um útbúgvingina
Tú kanst lesa meira um útbúgvingina á føðsluatstøðingur, Yrkisdepilin og uddannelsesguiden.
Løn
Sí lønarsáttmála her.
Yrkisbachelor í føðslu og heilsu
Útbúgvingin til Yrkisbachelor í føðslu og heilsu vendir sær til tín, sum ynskir eina fjølbroytta útbúgving innan føðslu, matvørur, nýtslu og tænastu til heilsu- og umhvørvisframa. Og sum hevur áhuga í at røkja samskiftis- frálæru- og leiðsluuppgávur.
Hvat ger ein yrkisbachelor í føðslu og heilsu?
Í framtíðini fert tú við útbúgvingini sum Yrkisbachelor í føðslu og heilsu í felagskøkinum á Landssjúkrahúsinum at verða førur fyri at arbeiða innan niðanfyri hesi høvuðsevni: Matur, Heilsa, Bygnaður, Umhvørvi, Leiðsla, Búskapur, Menniskju, Stýring, Góðska og Formidling.
Hvar kann ein fáa sær hesa útbúgvingina?
Tað eru 4 ymisk útbúgvingarstøð í Danmark: í Haderslev, Keypmannahavn, Slagelse ella Aarhus, sí meir kunning her.
Útbúgvingin “Professiónsbachelor i Ernæring og sundhed” er ein 3½ ára víðari útbúgving við tveimum sergreinum: “Fødevarer og Ledelse” ella “Sundhedsfremme og Diætetik”, ið hevur tveir undirliðir: “Sundhedsfremme og Forebyggelse” ella “Klinist Diætetik”
Útbúgvingin hevur ein grundpart uppá 1 1/2 ár og ein serpart uppá 2 ár. Tú skal í minsta hava 20 vikur í praktikk í lærtutíðini. Frálæran er býtt upp í lið- og bólkafrálæru, og í hesi tíð arbeiðir tú projektætlað bæði í bólkum og sum einstaklingar. Frálæran er skipað í 7 lestrarhálvir.
Upptøkukrøv til útbúgvingina
Fyri at kunnu søkja skal man hava miðnámsprógv, HF, HH ella HTX. Hesi einkultu upptøkukrøv skulu verða staðin innan byrjan:
- Enskt C
- Antin Kemi C ella Bioteknologi A
- Antin Lívfrøði C ella Støddfrøði C ella Samfelagslæru C
Kann ein gjøgnumføra tann praktiska partin av útbúgvingini á Landssjúkrahúsinum?
Ja, Køkurin á Landssjúkrahúsinum bjóðar praktikkpláss til tey sum útbúgva seg til Yrkisbachelor í føðslu og heilsu.
Okkara visión er, at Køkurin á Landssjúkrahúsinum skal vera tann leiðandi sjúkrahúskøkurin í Føroyum. Hendan visión arbeiðir miðvíst við at arbeiða við góðskutrygging út frá frymlinum hjá Sundhedsstyrelsen um góðskumenning. Praktikkin er ólønt – lesandi kunnu fáa SU í allari starvsvenjingini.
Samband
Deild
Køkurin á Landssjúkrahúsinum100 Tórshavn
Leiðandi starvsfólk
Gudna á Rógvi Joensengudna@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.