24 Læknaskrivarar 4
Klaksvíkar Sjúkrahús

Læknaskrivarar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Telefontíðin hjá læknaskrivarunum er gerandisdagar millum kl. 10 og 12.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava vit visiónir um eitt høgt fakligt støði í virðiligum samskifti við sjúklingarnar og avvarðandi.

Sum læknaskrivari ert tú oftast tað fyrsta sambandið, sjúklingurin hevur við sjúkrahúsið. Læknaskrivarin er tann reyði tráðurin í sjúkrahúsverkinum og hjá sjúklinginum, og ofta røddin hjá sjúklinginum.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fastar avtalur við serlæknar, t.d. innan knæ- og mjadnakirurgi, hondkirurgi, akslakirurgi og urologi.

Uppgávur hjá læknaskrivarum eru:

  • Ávísingar sum koma vera visiteraðar av lækna og síðani syrgir læknaskrivarin fyri, at tað verður skrásett rætt, bíleggur tað sum læknin ordinerar, innkallar sjúklingin. 

  • Hjálpa læknunum og sjúkrarøktarfrøðingum við ymiskum uppgávum – t.d. bíleggja blóðroyndir, rtg., CT, MR og geva nýggjar tíðir.

  • Skrivar notat fyri læknan, syrgir fyri tað er røtt diagnosa, kanning og viðgerð. 

  • Fáa svar uppá kanningar, biopsi o.a. til rætta viðkomandi.

  • Uppdatera journal og gera alt klárt til at sjúklingurin kemur til kanning ella viðgerð.

  • Senda skjøl til stovnar, tryggingar o.a.

  • Samskipa sjúklingagongdina soleiðis at sjúklingurin t.d. kann fáa fleiri kanningar og viðgerðir sama dag. 

  • Tosa við sjúklingar og avvarðandi, andlit til andlit ella í telefon. Tað kann vera ymiskt tey eru í iva um.

  • Læknaskrivarin hevur ábyrgd av øllum ambulatoriunum. 

At vera læknaskrivari er nógv meira enn at vera skrivari hjá læknum. Læknaskrivarar hava stóra ábyrgd fyri dagligan rakstur á sjúkrahúsum. Læknaskrivarin er í konstantari útvikling, og nýggjar og spennandi uppgávur koma støðugt. Gerandisdagurin sum læknaskrivari er tí skiftandi og aldrin eins.

Samband

Deild

Læknaskrivarar á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1
700 Klaksvík

Leiðandi starvsfólk

Annika Karlsdóttir Ljósstein
akl@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós