Medisinska seingjadeildin H1
Á heystið 2024 flyta tær tríggjar seingjadeildirnar B6, B7 og B8 í nýggja H-bygningin á seingjadeildina H1.
Medisinska seingjadeildin H1 tekur ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum, sum hava tørv á útgreinan, viðgerð og sjúkrarøkt. Deildin arbeiðir í tøttum samstarvi við tey ambulatorii, sum hoyra til sergreinarnar á deildini, umframt fysioterapeut, kostráðgeva og læknaskrivaratoymið.
H1 vestur (fyrrv. B6) fevnir um sergreinarnar krabbameinssjúkur, palliatión, nýrasjúkur, giktasjúkur, infektiónsmedisin, livur, maga- og tarmsjúkur, diabetes og stoffskiftissjúkur, blóðsjúkur og húðsjúkur. Eindin hevur 16 seingjarpláss, og er ein stova er sett av til palliativa røkt og viðgerð burturav.
H1 eystur (B8) fevnir um sergreinarnar hjarta- og lungasjúkur. Seingjardeildin tekur ímóti akuttum og planløgdum sjúklingum við hjarta- og lungasjúkum. Eindin hevur 11 seingjarpláss.
Á H1 eystur (B7) verður eisini tikið í móti akuttum sjúklingum við apopleksi, elektivum ambulantum sjúklingum og øðrum nerurologiskum sjúkum sum m.a. sklerosa, parkinson, ALS og epilepsi, umframt aðrar medisinskar sergreinar. Endurvenjing er ein týðandi partur av viðgerðini. Á deildini er tvørfakligt viðgerðartoymi við lækna, sjúkrarøktarfrøðingi, heilsurøktara, ergoterapeuti, fysioterapeuti, logopedi, neuropsykologi, kostráðgeva og skrivarum. Eindin hevur 8 seingjarpláss, harav seingjarpláss eru sett av til akuttar sjúklingar og sjúklingar í apopleksi endurvenjing.
Á H1 eru einastovur við egnum vesi. Tvær isolatiónsstovur eru í gerð á H1. Tilsamans 35 seingjarpláss koma at vera á Medisinsku seingjadeildini H1, tá ið isolatiónsstovurnar verða klárar.
Um Medisinska depilin
Medisinski depilin viðger medisinskar sjúkur og tekur sær av viðkomandi kanningum. Á Medisinska deplinum eru serøkini hjartasjúkur, lungnasjúkur, heilabløðing, heilatøppar og sjúkur í nervalagnum, nýrasjúkur, giktasjúkur, stoffskiftissjúkur, diabetes, maga- og tarmsjúkur, krabbameinssjúkur, blóðsjúkur, húðsjúkur og infektiónsmedisin.
Medisinski depilin fevnir um medisinska seingjadeild, medisinskt ambulatorium og eina fyrisitingarliga eind.
Á Medisinska deplinum starvast áleið 200 starvsfólk.
Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur, Birna Mohr Joensen, og leiðandi yvirlækni, Jan Rasmussen, mynda í felag depilsleiðsluna á Medisinska deplinum.
Samband
Deild
Medisinska seingjadeildin H1Bygningur H, hædd 1
Vitjanartíð
Leiðandi starvsfólk
Guðni Remberg , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Jóhanna Andreasen , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Katrin á Lakjuni , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Elisabeth M. Hjaltalin , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingurHent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.