12 Psykiatriinvaksin 2
Landssjúkrahúsið

Psykiatrisk innleggingardeild

Psykiatriska seingjardeildin P40 tekur ímóti sjúklingum úr øllum landinum. P40 er ein deild, sum veitir psykiatriska røkt og viðgerð, og er skipað í tvær eindir:

  • PI (Psykiatrisk intensiv eind) har pláss er fyri 7 sjúklingum
  • PA (Psykiatrisk almen eind) har pláss er fyri 12 sjúklingum

P40 tekur ímóti sjúklingum, ið eru 18 ár og eldri. Um børn og ung hava tørv á innlegging, samstarvar deildin við Barna- og Ungdómspsykiatriska toymið (B&U).

Á P40 starvast  sjúkrarøktarfrøðingar og heilsurøktarar í tøttum samstarvi við onnur fakfólk, sum eru viðkomandi í einhvørjari sjúklingagongd, við tí endamáli, at sjúklingurin kann koma væl fyri seg aftur. 

Undir innleggingini ynskja vit at veita dygdargóða røkt og viðgerð. Málið er, at diagnosa verður ásett og at viðgerðin verður málrættað. Málið er eisini at styrkja tínar møguleikar, til at skilja tína sjúku og at handfara støðuna.

Avvarðandi eru vælkomin at ringja á deildina, telefonnummar 304500 og biðja um deildina, sum tann, ið tey vara av, er innløgd/lagdur á.

   
Faldarir

Les faldaran um P40/PI her 

Les faldaran um P40/PA her

Les faldaran um trivnaðarreglur her

Les faldaran um at kæra her

Váttan um samtykki

Tá tú  innløgd/innlagdur verður tú biðin um at fylla út ”Váttan um samtykki”, har tú hevur møguleika til at játta starvsfólki at samskifta við avvarðandi og aðrar viðkomandi stovnar um tína støðu. Í ávísum førum ynskir sjúklingurin ikki, at avvarðandi og stovnar verða kunnað um støðuna. Starvsfólki stuðlar sjúklinginum til samstarv við avvarðandi.

Staðseting P40

Innleggingardeildin P40 er at finna á Eirargarður 17, Tórshavn

Ávísing til innleggjan

Fyri at koma framat til viðgerðar á Psykiatriska deplinum, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna ella frá serlækna. 

Tað eru læknar her á staðnum, sum avgerða um talan er um innleggjan ella ambulanta viðgerð. 

Samband

Deild

Psykiatrisk innleggingardeild
Eirargarður 17

Vitjanartíð

15-17:00
19-21:00

Leiðandi starvsfólk

Lisbeth Vang , Sjúkrarøktarfrøðingur, Funktiónsleiðari Psykiatrisk seingjadeild
lisva@ls.fo
Rasmus Maltesen , Yvirlækni, Funktiónsleiðari Psykiatrisk seingjadeild
Óluva Foldbo , Sjúkrarøktarfrøðingur, Varaleiðari Psykiatrisk seingjadeild
Mirjam Hviid , Sjúkrarøktarfrøðingur, Varaleiðari Psykiatrisk seingjadeild

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Sí dagsins rætt her.
Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salat barrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós