31 Bygningar LS 2
Landssjúkrahúsið

Psykiatriskar deildir

Visjónin á Psykiatriska deplinum er “samskipað og samskapað røkt og viðgerð” og er hugsað sum ein samanhangandi røktar – og viðgerðargongd, sum saman við sjúklingi og avvarðandi hansara, fleir- og tvørfakligt arbeiða miðvíst frameftir.

Psykiatriski depilin er landsins einasta sjúkrahústengda viðgerðarstað fyri fólk við psykiatriskum avbjóðingum og hevur sum sína meginuppgávu at tryggja, at landsins borgarar fáa eitt dygdargott røktar- og viðgerðartilboð til henda sjúklingabólk. Okkara uppgáva er at tryggja, at røktar- og viðgerðartilboðini, sum depilin hevur at bjóða, eru bygd á tað vitanargrundarlag, sum globalt finnist um psykiatriska røkt og viðgerð og samstundis tryggja, at okkara røkt og viðgerð er í trá við ta menning, sum er á økinum.

Á psykiatriska deplinum seta vit fokus á møguleikarnar, sum sjúklingurin hevur fyri at koma fyri seg, og krevur hetta, at sjúklingurin og avvarðandi hansara eru ein aktivur partur av tvørfakliga samstarvinum, bæði tá tað snýr seg um at leggja viðgerðina til rættis og tá tað kemur til tey átøk sum skulu gerast, fyri at sjúklingurin skal koma seg so skjótt og væl sum gjørligt. Ein annar týdningarmikil liður er gott samstarv við fakfólk og stovnar uttan fyri psykiatriska depilin, sum hava týdning fyri, at sjúklingurin kemur skjótt og væl fyri seg, og leggja vit tí stóran dent á, at fáa hetta at bera til so skjótt sum gjørligt eftir, at tørvurin hevur víst seg.

Vit leggja okkum sostatt eftir eini samskapandi heildarpsykiatri, sum verður skapað saman við sjúklingi og avvarðandi í einum tvørfakligum og tvørgeiraligum samstarvi. Heildarpsykiatriin fevnir um ymsik tilboð sum eru heilsufremjandi, fyribyrgjandi, linnandi og viðgerandi, og sum styðja upp undir, at sjúklingurin kemur fyri seg og fær eitt lív, sum gevur meining fyri hann.

Ávísing til Psykiatriska depilin

Fyri at koma framat til viðgerðar á Psykiatriska deplinum, er neyðugt við ávísing frá kommunulækna ella frá serlækna. Tað eru læknar her á staðnum sum avgera, um talan skal verða um innlegging ella ambulanta viðgerð. 

Psykiatriskar deildir
Endurnýggjan av resept og serlæknaváttan

Tú kanst endurnýggja resept, við at senda teldupost til psykmed@ls.fo  

Í teldupostinum skal upplýsast: 
- Fornavn og eftirnavn 
- Føðidato 
- Navn og styrki á heilivági, sum skal endurnýggjast 

Fyri at fáa serlæknaváttan, má ein seta seg í samband við Almannaverkið, tlf 360000 ella teldupost: av@av.fo 

Fyrispurningar og fráboðanir

Hevur tú onkran fyrispurning um eitthvørt ella skal boða frá onkrum, t.d. avlýsa ella umbóka eina tíð, ger tú tað best við at skriva til psykinfo@ls.fo. So slepst undan at standa í bíðirøð í telefonini og læknaskrivararnir svara, so skjótt tað ber teimum til.

Fyrispurningar til depilsleiðsluna verða avgreiddir umvegis leiðslufulltrúan.

Samband

Deild

Psykiatriskar deildir

Leiðandi starvsfólk

Tormóður Stórá , Depilsleiðari, Leiðandi yvirlækni
tormodur.stora@ls.fo
Eydna Iversen Lindenskov , Depilsleiðari, Leiðandi sjúkrarøktarfrøðingur
eydna.lindenskov@ls.fo
Bill Mc. Leod Jacobsen , Leiðslufulltrúi
bilmc@ls.fo

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00. Sí dagsins rætt her.

Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum. 

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós