Psykiatriskt ambulatorium
Ambulanta viðgerðin á Psykiatriska deplinum fevnir um ymisk tilboð, sum antin eru heilsufremjandi, fyribyrgjandi, linnandi ella viðgerandi og oftast eitt sindur av øllum. Miðað verður í móti, at viðgerðin altíð verður sett saman av tilboðum, sum samsvara tørvin hjá sjúklinginum. Talan kann verða um terapeutiskar samrøður, útgreining, fysiskar aktivitetir, menning og/ella endurvenjing av kognitivum, fysiskum og øðrum førleikum, viðgerð av sálarløstum o.s.fr , og viðgerðirnar kunnu bæði verða einstaklingaviðgerðir ella viðgerð í bólki. Ambulant viðgerð fevnir sostatt um ógvuliga nógv og ymisk tilboð, og hugtakið "ambulant" tilskilar einamest, at man ikki er innlagdur.
Ávísing til ambulanta viðgerð
Tað eru kommunulæknar, sum ávísa til Psykiatriska depilin. Tað eru læknar her á staðnum sum avgera, um talan skal verða um ambulanta viðgerð ella um innlegging.
Ávísingin til ambulantu viðgerðartilboðini er sostatt ein innanhýsis avgerð. Tað er tó ikki fyrrenn ávísing er komin frá kommunulækna ella øðrum serlækna til Psykiatriska depilin, at tann avgerðin verður tikin.
Endurnýggja resept
Tú kanst endurnýggja resept, við at senda teldupost til psykmed@ls.fo .
Í teldupostinum skal upplýsast:
- Fornavn og eftirnavn
- Føðidato
- Navn og styrki á heilivági, sum skal endurnýggjast
Serlæknaváttan
Fyri at fáa serlæknaváttan, má ein seta seg í samband við Almannaverkið, tlf 360000, teldupost av@av.fo
Fyrispurningar og fráboðanir
Hevur tú onkran fyrispurning um eitthvørt ella skal boða frá onkrum, t.d. avlýsa ella umbóka eina tíð, ger tú tað best við at skriva til psykinfo@ls.fo So slepst undan at standa í bíðirøð í telefonini og læknaskrivararnir svara, so skjótt tað ber teimum til.
Um tú hevur eini boð til depilsleiðsluna, skulu hesi sendast til leiðslufulltrúan Bill McLeod Jacobsen á bilmc@ls.fo .
Staðseting P10
Staðseting og viðgerðir á P50
Samband
Deild
Psykiatriskt ambulatoriumP50 (Eirargarður 19)
Leiðandi starvsfólk
Ragnar Djurhuus Hammer , Yvirlækni, Funktiónsleiðari Ambulant vaksin og Økispsykiatriin Birgit Andersen , Sjúkrarøktarfrøðingur, Funktiónsleiðari Ambulant vaksin og Økispsykiatriinbiran@ls.fo
Hent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.