10 Medisinsksongjadeild 4
Klaksvíkar Sjúkrahús

Seingjadeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Seingjadeildin er ein blandað deild innan medisin og skurðviðgerðir við 22 seingjaplássum, sum veitir kanning, viðgerð og sjúkrarøkt. Deildin rúmar eisini dagskurð og viðrakning.

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi hava vit visiónir um eitt høgt fakligt støði í sjúkrarøkt og umsorgan til sjúklingarnar og avvarandi. Vit arbeiða tvørfakligt við eini endurvenjingartilgongd og við virðing fyri tí einstaka menniskjanum. Fyri at sjúklingurin skal fáa eina góða sjúklingagongd, verður veitt frálæra, stuðul og umsorgan bæði til sjúklingin og til tey avvarðandi. Í mun til doyggjandi sjúklingar, stremba vit eftir at tryggja umstøður til ein virðiligan deyða, eins og avvarðandi fáa umsorgan og stuðul í mun til tørv teirra.

Stórur dentur verður lagdur á, at tað í øllum toymum verður veittur ein tvørfakligur innsatsur. Tí hevur seingjardeildin tætt samstarv við aðrar fakbólkar í húsinum, sum eru við til at tryggja sjúklinginum eina dygdargóða sjúklingagongd.

Klaksvíkar Sjúkrahús hevur fastar avtalur við serlæknar, t.d. innan knæ- og mjadnakirurgi, hondkirurgi, akslakirurgi og urologi.

Dagskurð/viðrakning:

Sjúklingurin møtir fastandi á deildini kl. 07:30 og verður móttikin av einum sjúkrarøktarfrøðingi, sum ger sjúklingin kláran til skurðviðgerð. Eftir skurðviðgerðina fer sjúklingurin í viðrakning, har ein sjúkrarøktarfrøðingur heldur eyga við sjúklinginum.

Flestu sjúklingar verða útskrivaðir sama dag.

Innleggjan

Við innleggjan á seingjardeildini, hevur ein sjúkrarøktarfrøðingur innleggingarsamrøðu, har spurt verður um ymiskt, ið er umráðandi at vita fyri at veita eina so góða sjúkrarøkt sum gjørligt. Lækni kannar og bíleggur viðkomandi kanningar.

 

Dagliga gongdin á seingjadeildini

Deildin er skipað í trý toymi. 

Um dagin hava tvey røktarstarvsfólk ábyrgdina av hvørjum toymi. Røktarstarvsfólkini veita stuðul og sjúkrarøkt alt eftir, hvør tørvurin er. Starvsfólkini á seingjardeildini arbeiða tætt saman við fysio- og ergoterapideildini. Okkara mál er, at sjúklingurin ikki skal missa førleikar meðan hann er innlagdur. Tí stuðla og eggja vit sjúklingunum at vera virkin, meðan tey eru innløgd.

 

Stovugongd, samrøður og fyrispurningar

Stovugongd er dagliga á deildini. Eru spurningar til stovugongd eru eini góð ráð at skriva hesar niður. Møguleiki er eisini at avtala tíð til samrøðu við ein lækna og sjúkrarøktarfrøðing.

Samband

Deild

Seingjadeildin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, 3. hædd

Vitjanartíð

15-16 og 19-20

Leiðandi starvsfólk

Ingrid Petersen , deildarleiðari
ingpe@ks.fo
Miriam Hjelm , varaleiðari, medisinska økið
miriam@ks.fo
Jancy Kalsø , varaleiðari, kirurgiska økið
janka@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós