11 Ambulantviðtala SS 6
Landssjúkrahúsið

Steno Miðstøðin

Steno Miðstøðin er diabetes og endokrinologiskt ambulatorium á Medisinska deplinum. Steno Miðstøðin virkar fyri at tryggja borgarum við diabetes og øðrum hormon- og stoffskiftissjúkum bestu viðgerðina, ið kann betra um lívsgóðskuna hjá hesum borgarum. Steno Miðstøðini er partur av Medisinska depilinum á Landssjúkrahúsinum.

Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við støðugum betranarátøkum, tvørgeira samstarvi og gransking. Hetta arbeiðið er lutvíst fíggjaði av Novo Nordisk Fonden, og er Steno Miðstøðin ein av sjey Steno miðstøðum í Føroyum, Grønlandi og Danmark.

Á Steno Miðstøðini starvast læknaskrivarar, sjúkrarøktarfrøðingar, dietistur og serlæknar í diabetes og endokrinologi.

Steno Miðstøðin húsast í Útistovu (bláa bygninginum), í J.C. Svabosgøtu.

Les meira um virksemið á Steno Miðstøðin á LinkedIn https://www.linkedin.com/showcase/steno-mi%C3%B0st%C3%B8%C3%B0in-sdcf/ 

Samband

Deild

Steno Miðstøðin
J. C. Svabosgøta 41-49
Útistova
FO-100 Tórshavn

Vitjanartíð

Læknaskrivari kl. 10.30 - 12.30
tlf. 30 46 40
Sjúkrarøktarfrøðingur kl. 13.00 - 14.00
tlf. 30 45 00 lokal nr. 6226

Leiðandi starvsfólk

Birna Mohr Joensen , depilsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Jan Rasmussen , depilsleiðari, yvirlækni
Jóhanna Andreassen , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Herborg L. Johannesen , serlækni í endokrinologi
Barbara á Rógvi , samskipari
Rókur V. Nilssen , fíggjarfulltrúi

Hent kunning

Leiðbeining

Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum. 

Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.

Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.


Tel. 304500

Teldupostur: leidbeining@ls.fo

Parkering

Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.

Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.

Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar. 

Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð. 

Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.

Matur

Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim.

Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná. Sí dagsins rætt her.
Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salat barrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Blómur

Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki. 

Internet

Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Landssjúkrahúsið brúkar bæði Facebook og Instagram til leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.

Gisting

Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini.  Tað sama er galdandi fyri avvarðandi. 

Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4. 

Les meira um Gestalonina her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós