Klaksvíkar Sjúkrahús

Urologiskt ambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi

Á urologiska ambulatorinum gera sjúkrarøktarfrøðingar og serlæknar innan urologi forkanningar,  diagnostisering, journalupptøkur, viðgerðir og eftirkanningar/eftirviðgerðir.

Harafturat verður tú sum sjúklingur og møguliga tíni avvarðandi eisini kunnað og vegleidd um, hvussu tú á besta hátt kann handfara júst tína støðu, og hvussu tú á besta hátt sjálvur kann vera við til at fyribyrgja.

Klaksvíkar Sjúkraus hevur avtalu við eitt danskt toymi av serlæknum innan urologi. Toymið er frá m.a. Aalborg- og Skejby sjúkrahúsi. 

Fyri at koma til kanning, viðgerð ella røkt á ambulatorium krevst ávísing frá kommunulækna, serlækna ella sjúkrahúslækna.

Samband

Deild

Urologiskt ambulatorium á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekka 1, 2. hædd

Leiðandi starvsfólk

Anna Maria Dahl
annam@ks.fo

Hent kunning

Finn veg og parkering

Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1. 

Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri. 

Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.

Kiosk og kafé

Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00. 

Blómur

Tað er loyvt at hava avskornar blómur, bukettir, við inn á sjúkrahúsið. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Tað ber ikki til at taka urtapottar við mold, inn á sjúkrahúsið.

Internet

Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Klaksvíkar Sjúkrahús brúkar bæði Facebook og Instagram (KS3) til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Royking

Tað er ikki loyvt at roykja á Klaksvíkar Sjúkrahúsi. Uttanfyri høvuðsinngongdina er eitt økið tilskilað til royking. 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós