18 Vaskarí 21
Suðuroyar Sjúkrahús

Vaskaríið á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Vaskaríið tekur sær av dagliga vaskinum fyri Sjúkrahúsið og Ellis- & Røktarheimið. Harumframt hevur vaskaríið eisini uppgávur fyri aðrar stovnar í­ Suðuroynni, so sum kommunulæknar og tannlæknar.          

Á vaskarí­num starvast 5 fólk,

Seymistovan hoyrir til vaskaríið.

Vaskaríið hevur opið allar gerandisdagar frá kl. 8.00 - 16.00, tó fríggjadag til kl. 14.00.

Samband

Deild

Vaskaríið á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri

Leiðandi starvsfólk

Rannvá Schrøter
ransc@ssh.fo

Hent kunning

Finn veg

Adressan er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.

Parkering

Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum. 

Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.

Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina og parkera bilin.

Leiðbeiningin

Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.

Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.

Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.

Tel. 34 33 00

Teldupostur: ssh@ssh.fo

Sjúklingaskrivstovan

Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.

Tel. 34 33 00

Kantinan

Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.

Internet

Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.

Sosialir miðlar

Suðuroyar Sjúkrahús brúkar Facebook til at leggja tíðindi, myndir, kunning og størv út til tykkum at síggja.

Seingjadeildin hevur profil á Instagram.

Tit eru vælkomin at fylgja við. 

Blómur

Á seingjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosa við starvsfólkini um, hvussu tú skalt gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki vera á deildini.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós