Barnakonur í Suðuroy

Barnakonur í Suðuroynni ganga í viðgongutíðini til kanningar hjá ljósmøðrum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Ljósmøðrakanningar eru í viku 21, 28, 30, 33, 36, 38 og 39. Annars eftir tørvi.

Terminsdagfestingin verður ásett, tá barnakonan hevur verið til ultraljóðsskanning á Landssjúkrahúsinum um viku 20.

Tað er altíð ein ljósmóðir á vakt, sum kann røkkast við at ringja á Suðuroyar Sjúkrahús.

Allar føðingar á sjúkrahúsi í Føroyum fara fram á Landssjúkrahúsinum.

Eina ella tvær vikur innan terminsdagfesting fer barnakonan til Havnar at vera, har hon verður knýtt at føðideildini á Landssjúkrahúsinum.

Eftir føðing eru barnakonur vælkomnar á Suðuroyar Sjúkrahús at liggja í barsilssong saman við barninum. Avgerð um hetta verður tikin í samráð við føðideildina á Landssjúkrahúsinum og seingjadeildina á Suðuroyar Sjúkrahúsi.

Skanning

Allar barnakonur verða skannaðar á Suðuroyar Sjúkrahúsi í viku 16. Harafturat fáa tær tilboð um skanning á Landssjúkrahúsinum umleið viku 20.

Gestalonin

Barnakonur, ið búgva langt frá føðideild á Landssjúkrahúsinum, kunnu gista í Gestalonini upp til tvær vikur innan føðing.

Í viku 21 bíleggur ljósmóðir á Suðuroyar Sjúkrahúsi íbúð í Gestalonini hjá Landssjúkrahúsinum. Tað er ljósmóðurin, ið samskiftir við Landssjúkrahúsið um gisting, kanningar o.a. í Havn.

Lyklakort til íbúðina í Gestalonini fæst í leiðbeiningini á Landssjúkrahúsinum. Maki og børn eru vælkomin at gista saman við barnakonuni.

Les faldara um Gestalonina og tilboðið til barnakonur her.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós