IMG 4082

Diabetes - Børn og ung

Diabetesambulatoriið fyri børn og ung er ambulatoriunum á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Børn og ung við diabetes í Føroyum eru knýtt at diabetesambulatoriinum og koma regluliga til viðtalur í ambulatoriinum.

Diabetesambulatoriið - Børn og ung er mannað við tveimum sjúkrarøktarfrøðingum og einum barnalækna. Ambulatoriið heldur til á B5 á Landssjúkrahúsinum.

Læknaskrivarar á Barnadeildini svara telefonini gerandisdagar millum kl.10.30-12.30 tlf. 304634.

Til ber at ringja til sjúkrarøktarfrøðingarnar í barnadiabetesambulatoriinum týsdagar kl.13.00-14.00 tlf. 783732.

Bóklingur: Kunning um diabetes 1 - børn og ung (2026)

Tak niður bóklingin "Kunning um diabetes 1 - børn og ung" her: 

Sum partur av betranarátaki at styrkja tilboðið til børn og ung við diabetes 1 í Føroyum hava vit ment bóklingin "Kunning um diabetes 1 - børn og ung". Í hesum tilfarinum hava vit savnað týðandi vitan, sum vit vóna fer at hjálpa familjunum, bæði í byrjanini og seinni. Harumframt kann bóklingurin verða eitt hent amboð hjá øllum teimum, sum varða av børnum og ungum við diabetes 1, hvørs tað er á stovnum, skúlum ella í frítíðarítrivum.

Hava tit viðmerkingar til hendan bókling, eru tit vælkomin at venda tykkum til diabetestoymið: budiabetes@ls.fo

Samband

Deild

Diabetes - Børn og ung
Landssjúkrahúsið, B5
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Elmar Ósá, funktiónsleiðandi yvirlækni
Súsanna Funding, sjúkrarøktarfrøðingur
Edith Dahl Olesen, sjúkrarøktarfrøðingur
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós