11 Ambulantviðtala LS 2

Giktambulatoriið

Giktambulatoriið, eisini kallað Reumatologisk ambulatorium, er ambulatorium á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum. Gikambulatoriið kannar, diagnostiserar og viðger giktsjúkur og sjúkur í bindivevnaðinum, vøddum og beinagrindini.

Á Giktambulatorium starvast ein lækni í giktsjúkum, tveir sjúkrarøktarfrøðingar og ein skrivari. Hevur tú spurningar til tína viðgerð, kanst tú ringja til sjúkrarøktarfrøðingarnar gerandisdagar millum kl.09.00-12.00, tlf. 304573 ella senda okkum ein t-post gikt@ls.fo. 

Giktambulatoriið heldur til á G3.

Samband

Deild

Giktambulatoriið
G3
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Jóhanna Andreassen, funktiónsleiðari
Jóhan Petur Weihe, yvirlækni
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós