Mynd Til Heimsíðu2

Hematologiska ambulatoriið

Hematologiska ambulatoriið er blóðsjúkuambulatorium og eitt av amublatoriunum á Medisinska deplinum. Hematologiskt ambulatorium er staðsett á G3. Í ambulatoriið koma sjúklingar, sum eru undir útgreinan og/ella hava fingið staðfest blóðsjúku.

Landssjúkrahúsið hevur samstarv við Ríkissjúkrahúsið um tað hematologiska økið. Eitt serlæknatoymið á  Ríkissjúkrahúsinum hevur ábyrgdina  av viðgerðini, ið verður givin í ambulatoriinum. Ábyrgdarhavandi yvirlæknar eru Anne Gang og Nina Toft.

Hematologiska toymið fevnir um tríggjar sjúkrarøktarfrøðingar og ein læknaskrivara, sum saman við einum yvirlæknartoymi á Ríkissjúkrahúsinum manna Hematologiska ambulatoriið.

Hevur tú spurningar til tína viðgerð, kanst tú ringja til sjúkrarøktarfrøðingarnar gerandisdagar millum kl.09.00-14.00, tlf. 304569 ella senda okkum ein t-post. 

Læknaskrivarin hevur telefontíð gerandisdagar kl. 10.30-12.30 og hevur tlf. 304637.

Faldari: Vælkomin á Hematologiskt ambulatorium

Tak niður faldaran "Vælkomin á Hematologiskt ambulatorium" her
(faldarin legst á telduna í PDF utgávu). 

Vælkomin á Hematologiska ambulatoriið

 

Faldari: Krabbameinssjúklingar í Danmark

Tak niður faldaran "Kunning til sjúklingar við krabbamein, sum fáa viðgerð í Danmark" her ella við at trýsta á myndina niðanfyri.

Samband

Deild

Hematologiska ambulatoriið
Medisinskt ambulatorium
Bygningur G3
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Jóhanna Andreasen, funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Guðni Remberg, funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós