6W3A9512 Enhanced NR

Húðambulatoriið

Húðambulatoriið, eisini kallað Dermatologiska ambulatoriið, hoyrir til Medisinska depilin. Á  Húðambulatoriinum taka vit okkum av at útgreina og viðgera akuttar og kroniskar húð- og kynssjúkur og fylgja upp á viðgerðir, ið eru settar í verk. Tær mest vanligu húðsjúkurnar eru psoriasis, atopisk dermatit, acne og rosacea.

Húðambulatoriið heldur til í Útistovu, sum er bláa lonin oman fyri vegin á Landssjúkrahúsinum. Í ambulatoriinum starvast tveir serlæknar í húð- og kynssjúkum, tveir royndir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir læknaskrivarar. Allir aldursbólkar koma í ambulatoriið. Húðambulatoriið er opið mán.-frí. kl.08.00-16.00.

Sjúkrarøktarfrøðingur svarar telefonini gerandisdagar millum kl.10.30-12.30 á tlf. 304542.
Læknaskrivarar svarar telefonini gerandisdagar millum kl.10.30-12.30 á tlf. 304542.

Samband

Deild

Húðambulatoriið
Útistova - Bláa ambulatoriið
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Elisabeth M. Hjaltalin , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Katrin á Lakjuni , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Mary H. Hansen , yvirlækni
Rókur Akralíð , yvirlækni
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós