Infektiónsmedisinska ambulatoriið
Infektiónsmedisinska ambulatoriið er á Medisinska deplinum. Ambulatoriið tekur sær av sjúkugreining og at viðgera smittusjúkur, sum til dømis hepatitis, HIV og immundefektsjúkur.
Í okkara ambulatorium, sum er tætt tilknýtt seingjadeildini, bjóða vit neyðuga uppfylgjan av hættisligum sjúkum og torgreiddum smittu- og brunasjúkum. Vit bjóða eisini útgreinan av teimum ikki-bráðfeingis smittu- og brunasjúkunum, har vit royna at finna orsøkina til fepur ella hækkaði brunatøl. Orsøkin er ikki altíð smittusjúka. Vit taka okkum eisini av serviðgerð fyri hepatitis, HIV, og av øðrum kroniskum virussjúkum.
Infektiónsmedisinska ambulatoriið er í Útistovu, sum er bláa lonin omanfyri vegin á Landssjúkrahúsinum. Serlækni í infektiónsmedisin er í ambulatoriinum mik., og hós. og sjúkrarøktarfrøðingur er í ambulatoriinum mikudag.
Sjúkrarøktarfrøðingur svarar tlf. mik. kl.10.00-14.00 á tlf.304671.
Læknaskrivari svarar tlf. gerandisdagar millum kl.10.30-12.30 á tlf.304649
Samband
Deild
Infektiónsmedisinska ambulatoriiðJ.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn