11 Ambulantviðtala LS 1

Livur, maga, tarm ambulatoriið

Livur, maga, tarm ambulatoriið, eisini kallað Gastroenterologiska ambulatoriið, hoyrir til Medisinska depilin á Landssjúkrahúsinum. Livur-, maga-, tarmambulatoriið stendur fyri útgreinan og viðgerð av sjúklingum við sjúkum og sjúkueyðkennum úr sodningarleiðini og livrini. 

Livur, maga- og tarm ambulatoriið heldur til á G3 á Landssjúkrahúsinum. Í ambulatoriinum starvast tveir serlæknar í gastroenterologi, tveir sjúkrarøktarfrøðingar og tveir læknaskrivarar. Ambulatoriið hevur opið yrkadagar frá 08.00-16.00.

Læknaskrivarar svarar telefonini yrkadagar millum kl.10.30-13.30 á tlf. 304633.
Sjúkrarøktarfrøðingar svara telefonini yrkadagar millum kl. 09.00 - 14.00 á tlf. 304500 – lokal 6232.

Tú kanst endurnýggja resept ella skriva boð til sjúkrarøktarfrøðingarnar við at senda teldupost til: gastro@ls.fo
 
Í teldupostinum skal upplýsast:
•    Fornavn og eftirnavn
•    Føðidato
•    Navn og styrki á heilivági, sum skal endurnýggjast

Faldari

Tak niður faldaran "Kanning av bruna í tarminum" við at trýsta á myndina niðanfyri

Viðkomandi slóðir

Colitis Crohn felagið Føroyar - www.ccf.fo
Cøliakifelag Føroya - www.coliaki.fo
Leverforeningen Danmark - www.leverforeningen.dk 
Colitis Crohn Foreningen - www.ccf.dk
Lev med IBD - www.levmedibd.dk 

Samband

Deild

Livur, maga, tarm ambulatoriið
Medisinskt ambulatorium G3
J.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn

Leiðandi starvsfólk

Jóhanna Andreassen, funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Guðni Remberg, funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur
Jóhanna Petersen, yvirlækni
Katrin Olsen, yvirlækni
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós