Nýraambulatoriið og hemodialysan
Nýraambulatoriið og hemodialysan á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum taka sær av nýrasjúklingum í Føroyum. Nýraambulatoriið og hemodialysan eru mannað við tveimum serlæknum í nýrasjúkum, sjúkrarøktarfrøðingum og læknaskrivara. Eisini er ein kliniskur dietistur knýttur at toyminum.
Nýraambulatoriið
Nýraambulatorinum tekur sær av at kanna, útgreina, viðgera og fylgja upp uppá viðgerðir, ið eru settar í verk. Nýraambulatoriið húsast í Útistovu, ið er blái bygningurin omanfyri vegin (har laboratoriið helt til fyrr) og er opið mána-, týs- og fríggjadag kl.08.00-16.00.
Til ber at ringja til sjúkrarøktarfrøðingin á tlf. 304646 gerandisdagar millum kl.10.30-12.30. Eisini kann teldupostur sendast til nyra@ls.fo.
Dialysa og heima-hemodialysa
Dialysa verður nýtt til at reinsa blóðið, tá nýruni ikki longur megna at reinsa blóðið. Ein dialysuviðgerð tekur áleið 4 tímar, og tey, ið hava tørv á dialysu, fáa í flestu førum 3-4 viðgerðir um vikuna. Dialysueindin tekur sær av persónum, ið hava bráðfeingis og kroniskan dialysutørv. Nýralæknar hava ábyrgdina av viðgerðini hjá øllum, ið fáa hemodialysu í Føryum. Serútbúnir sjúkrarøktarfrøðingar veita viðgerð á deildini. Til ber eisini at fáa heima-hemodialysu. Tá verður upplæring givin frá serútbúnum sjúkrarøktarfrøðingini, Eftir hetta ber til at veita sær sjálvum viðgerð heima við hús.
Dialysuviðgerð á Landssjúkrahúsinum
Í eindini á Landssjúkrahúsinum kunnu 5-6 sjúklingar fáa dialysu í senn. Gerandisdagar verða viðgerðir givnar bæði fyrra- og seinnapart, meðan tað um vikuskiftið bert verður givið viðgerð fyrrapartar. Dialysan heldur til á G3.
Tað ber til at ringja í dialysueindin á Landssjúkrahúsinum gerandisdagar kl.10.00-13.00 og kl.14.00-15.00 á tlf 304524.
Tað ber til hjá útlendingum, ið hava tørv á dialysu, at biðja um gestadialysu. Hetta fer bert fram í eindini á Landssjúkrahúsinum.
Dialysuviðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi
Dialysueindin á Suðuroyar Sjúkrahús er ein hjádeild hjá dialysueindini á Landssjúkrahúsinum. Her ber til hjá teimum, ið eru búsitandi í Suðuroy, at fáa viðgerð. Dialysa verður givin fyrrapartar mána-, miku- og fríggjadag og annan hvønn sunnudag. Tað er ikki møguligt at fáa gestadialysu á satelittinum á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Tað ber til at ringja til dialysueindina á Suðuroyar Sjúkrahúsið mána-, miku- og fríggjadag millum kl.13.00-15.00 á tlf 343213.
Samband
Deild
Nýraambulatoriið og hemodialysanJ.C. Svabosgøta 41-49
100 Tórshavn
Leiðandi starvsfólk
Eva M. Holm , funktiónsleiðari, sjúkrarøktarfrøðingur Torkil á Steig , yvirlækni Tóra Hammer , yvirlækniHent kunning
Leiðbeining
Leiðbeiningin liggur við høvuðsdyrnar í forhøllini á Landssjúkrahúsinum.
Leiðbeiningin útvegar lyklar til Gestalonina, til starvsfólkaíbúðirnar og umsitir nógvar aðrar uppgávur.
Leiðbeining er mannað alt samdøgrið, allar dagar, tó skal ringjast á høvuðsdyrnar millum kl. 23.00-07.00.
Tel. 304500
Teldupostur: leidbeining@ls.fo
Parkering
Við høvuðsdyrnar á J.C. Svabosgøtu
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvið, tú fært útflýggjað, á eitt sjónligt stað í bilinum.
Við Sandágerð
Niðanfyri Landssjúkrahúsið til høgru eru tvey stór parkeringspláss. Her er loyvt at lata bilin standa í 8 tímar.
Á Eirargarði
Hevur tú avtalu ella onnur ørindi á Eirargarði, er møguligt at parkera óavmarkaða tíð.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum parkeringsøki til blóðgevar, niðanfyri Landssjúkrahúsið við Álaker, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarkað parkering fyri blóðgevar. Onnur, ið ikki skulu geva blóð, eiga ikki seta bilin frá sær á hesum parkeringsøki.
Matur
Á Landssjúkrahúsinum eru fleiri møguleikar at fáa ein betri bita. Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini, í Skálanum ella takast við heim. Morgunmatur kann keypast Mánadag til Leygardag. Eisini ber til at keypa smyrjibreyð, skundverðar, dessertir og ymiskt søtt til góman.
Heitur matur
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt søtt omaná. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 - 13:00. Sí dagsins rætt her.
Salatbarr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat við heimabakaðum smábreyði í salatbarrini. Salatbarrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.
Skálin í H-bygninginum
Skálin er opin gerandisdagar frá kl. 10.00 - 14.00. Til ber at keypa døgurða, suppu ella dessert og salatbarr frá kl. 11.30 - kl. 13.00. Mána-, miku- og fríggjadag ber eisini til at keypa rísvelling við kanelsukri. Í upplatingartíðini ber somuleiðis til at keypa skundverðar og okkurt søtt.
Orkuríkar vørur
Køkurin hevur heimagjørdan proteindrykk, orkuríkan snaps, suppur, fromasjur og ísar. Hetta kann keypast í Kafeini og Skálanum, sí vøruúrval her. Køkurin ger eisini tyggi- og svølgivinarligan mat, sum er til keyps í Køkinum.
Upp- og afturlatingartíðir í Kafeini
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.
Internet
Á Landssjúkrahúsinum er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Sosialir miðlar
Royking
Tað er ikki loyvt at roykja á Landssjúkrahúsinum. Uttanfyri høvuðsdyrnar er eitt tilskilað økið til royking.
Gisting
Sjúklingar og barnakonur búsitandi uttanfyri Suðurstreymoy, sum ikki verða innløgd, hava møguleikan at gista í Gestalonini. Tað sama er galdandi fyri avvarðandi.
Gestalonin á Landssjúkrahúsinum er staðsett á Eiragarði 4.
Les meira um Gestalonina her.