Klaksvíkar Hospital
Klaksvíkar Sjúkrahús er altíð opið fyri sjúklingum við akuttum sjúkum og skaðum, og skaðastovan er opin alt døgnið.
Vit royna altíð at menna okkum og breiðka um virksemið. Umframt tveir settar skurðlæknar, ein medisinara og hjálparlæknar, vitja fleiri serlæknar regluliga á sjúkrahúsinum, hesir taka sær av trupulleikum innan akslar, hendur, knø, mjadnar og urologi.
Vit kunnu bjóða okkum fram á fleiri økjum. Kanningar og viðgerðir innanfyri ortopædi, almenkirurgi, urologi, akslakirurgi, hondkirurgi, knækirurgi, kikarakanningar og nýrasteinsknúsing. Vit hava eina blandaða seingjardeild og landsfevnandi svøvnkøvudeild. Somuleiðis hava vit eina røntgendeild, ið umframt at taka røntgenmyndir, eisini fæst við nýrasteinsknúsing, og eina rannsóknarstovu, ið millum annað tekur og analyserar blóðroyndir, umsitur beinbanka og tappar blóðgevar. Umframt hetta hava vit eina stóra giktadeild, ið tekur sær av venjing, endurvenjing og skeiðum av ymsum slagi, eitt nú venjing fyri sklerosusjúklingar og venjing fyri børn við serligum avbjóðingum.
Klaksvíkar Sjúkrahús lat alment upp í 1898 og er sostatt blivið 125 ár. Hølini eru bygd um og út í fleiri umførum, og virksemið er gjøgnum árini víðkað og broytt. Á Klaksvíkar Sjúkrahúsi starvast umleið 160 fólk.
Useful information
Finn veg og parkering
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekka 1.
Fyri at koma til sjúkrahúsið, kann koyrast eftir Klaksvíksvegi niðanfyri, ella Víkavegi omanfyri.
Parkeringsøki eru niðanfyri og norðanfyri sjúkrahúsið. Omanfyri er kommunalt parkeringsøki.
Kiosk og kafé
Á fyrstu undirhædd á sjúkrahúsinum er kantina. Har ber til sum vitjandi ella avvarðandi at keypa sær máltíðir ella okkurt góðgæti. Opið er yrkadagar kl. 08:15 - 10:00 og 11:30 - 13:00.