Landssjúkrahúsið
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahúsið í Føroyum, og er eitt tað størsta einstaka arbeiðsplássið í landinum. Visjónin er at kunna bjóða føroyingum eina góða heilsutænastu á alsamt fleiri økjum í Føroyum, og har hetta ikki er møguligt, tryggja sjúklingum viðgerð ígjøgnum gott samstarv við sjúkrahús uttanlands.
Á Landssjúkrahúsinum eru áleið 850 starvsfólk býtt í áleið 30 starvsbólkar, 127 seingjarpláss og um 29 serlæknaøkjum, íroknað 9 konsulentøkir. Innan fleiri onnur serlæknaøki er ráðgeving skipað, soleiðis at læknar uttanlands eru við í viðgerðini av sjúklingum á Landssjúkrahúsinum.
Uppgávan hjá sjúkrahúsinum er at kanna, viðgera, røkta og venja sjúklingar uppaftur. Sjúkrahúsið hevur eina bráðfeingis tilbúgvingarskipan alt samdøgrið innan tey stóru serlæknaøkini.
Landssjúkrahúsið hevur eina stjórn, sum tekur tær yvirskipaðu avgerðirnar á Landssjúkrahúsinum. Sjúkrahússtjórin, sum eisini er forstjóri í Sjúkrahúsverkinum, hevur evstu ábyrgd mótvegis Heilsumálaráðnum.
Aðalmálið hjá Landsjúkrahúsinum, saman við Sjúkrahúsverkinum, er at veita eina dygdargóða heilsutænastu alt lívið. Sjúkrahúsverkið veitir heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð, og er málið at veita dygdargóðar heilsutænastur, bornar av vitan og tænastusinni. Vitan fevnir um fakliga vitan, førleikar og menning, tøkni í breiðastu merking og mentan, sum er opin og fevnandi. Tænastusinni er ein uppliving av at vera í miðdeplinum, uppliving av góðari tænastu og uppliving av nærlagni.
Søgan í myndum
Niðanfyri eru søguligar myndir av tí vit nú nevna Landssjúkrahúsið.
Dronning Aleksandrines Hospital varð tikin í nýtslu 23. februar í 1924.
Í dag húsast m.a. Føðideildin í bygninginum.
Soleiðis sá sjúkrahúsið út í 1962.
Les ársfrágreiðing um Landssjúkrahúsið, Suðuroyar Sjúkrahús og Klaksvíkar Sjúkrahús árini 1961-1962 her.
Myndin er tikin 19. juni 1962, tá grundarsteinurin var lagdur til stóru útbyggingina.
Í árunum 1968-1970 varð høvuðsbygningurin (B-bygningurin) tikin í nýtslu. í dag er høvuðsinngongdin á Landssjúkrahúsinum í hesum bygningi á J.C. Svabosgøtu.
Í 1971 verður Psykiatriska sjúkrahúsið tikið í nýtslu.
Les grein og sí myndir um fimti ára dagin hjá Landssjúkrahúsinum tann 23. februar 1974 her
Í apríl 1975 skrivaði Tidsskrift for Danske Sygehuse áhugaverda grein um útbýgging av Landssjúkrahúsinum og Statshospitalinum í seksti- og sjeytiárunum. Við loyvi frá Tidsskrift for Dansk Sundhedsvæsen, sum tíðarritið eitur nú, er greinin tøk her.
Í 2004 er G-bygningin væl ávegis. Flutt var inn í bygningin í 2005.
Í 2012 fekk B-bygningurin grønan klimaskerm.
Í apríl 2020 er H-bygningurin er væl áleiðis.
Useful information
Parkering
Við høvuðsdyrnar
Til ber at parkera í 1 tíma við parkeringsøkið við høvuðsdyrnar. Tó er ikki altíð lætt at finna P-pláss. Er tú sjúklingur, ið skalt til viðtalu, verður tí mælt til, at tú kemur á Landssjúkrahúsið í góðari tíð.
Væntar tú at verða longri á Landssjúkrahúsinum, ber til at fáa veitt eitt serstakt loyvi til longri parkering við at venda tær til Leiðbeiningina í forhøllini. Tú skalt tá upplýsa nummarplátu á tínum bili, og leggja loyvi tú fært útflýggja á eitt sjónligt stað í bilinum.
Um tú ert blóðgevi
Skalt tú geva blóð, ber til at parkera á serstøkum P-øki til blóðgevar frammanfyri Landssjúkrahúsið móti sjónum, har inngongdin til Rannsóknarstovuna er. Har er óavmarka parkering fyri blóðgevar. Onnur eiga ikki seta bilin frá sær á hesum P-økinum.
Blómur
Vitjandi eru vælkomin at taka avskornar ella turkaðar blómur við til innløgd á Landssjúkrahúsinum. Tað er tó ikki loyvt at taka plantur við mold við inn á klinisk øki.






