Suðuroyar Hospital
Suðuroyar Sjúkrahús er eitt av trimum sjúkrahúsum í Sjúkrahúsverkinum og er staðsett á Tvøroyri. Sjúkrahúsið er eitt vælvirkandi, nýmótans sjúkrahús, ið tekur ímóti sjúklingum úr øllum Føroyum.
Sjúkrahúsið er eitt blandað medisinskt/kirurgiskt sjúkrahús við 22 seingaplássum. Her starvast 120 fólk umfataði av 24 starvsbólkum.
Endamálið er at veita bestu og tryggastu viðgerð og røkt til sjúklingarnar, ið koma til viðgerð á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
Virksemið á Suðuroyar Sjúkrahúsi:
Suðuroyar Sjúkrahús hevur akutmóttøku og skaðastovu, ið er opin alt døgnið.
Tríggir yvirlæknar starvast á sjúkrahúsinum. Ein yvirlækni í almennari kirurgi við sergrein innan urologi, ein medisinskur yvirlækni við sergrein innan kardiologi og ein yvirlækni við sergrein innan anæstesi og pínuviðgerð. Yvirlæknar við sergrein innan onnur øki starvast javnan í styttri vikariatum á sjúkrahúsinum.
Sjúkrahúsið bjóðar viðgerðir innan almenkirurgi, urologi, ortopædi, gastroskopi, koloskopi, nýrasteinsknúsan og áhaldandi pínu.
Á kardiologisku starvsstovuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi verða kanningar gjørdar av innløgdum og ambulantum sjúklingum.
Røntgendeildin á Suðuroyar Sjúkrahúsi er útgjørd við framkomnari røntgen og CT-skannara.
Rannsóknarstovan á Suðuroyar Sjúkrahúsi ger kanningar av innløgdum og ambulantum, eftir tilvísing frá lækna. Eftir tørvi verða eisini blóðroyndir tiknar heima hjá sjúklingum. Rannsóknarstovan vitjar regluliga á læknamiðstøðini í Vági.
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er eisini ein nútímans Ergo- og fysioterapi, har bæði innlagdir og ambulantir sjúklingar fáa viðgerð eftir tilvísing frá lækna. Eisini bjóðar deildin Parkinson-endurvenjing tvær ferðir um ári eftir ávísing frá serlæknum í neurologik.
Useful information
Finn veg
Bústaðurin er Sjúkrahúsbrekkan 19, 800 Tvøroyri.
Parkering
Parkeringsøki er omanfyri sjúkrahúsið. Hesi eru burturav til sjúklingar og vitjandi á sjúkrahúsinum. Parkeringsøki er eisini eystanfyri við ambulansuinnkoyringina/kapellið. Hesi eru tó ofta upptikin av starvsfólkum.
Eisini eru kommunal parkeringsøki sunnanfyri sjúkrahúsið.
Tað kann til tíðir vera trupult at finna pláss tætt við sjúkrahúsið. Tí er gott at vera í góðari tíð, ella at seta sjúklingin av við inngongdina, fyri síðani at parkera bilin.
Leiðbeiningin
Leiðbeiningin er á 2. hædd á sjúkrahúsinum. Leiðbeiningin er opin mánadag-hósdag frá 8.00-15.30 og fríggjadag frá 8.00-15.00.
Sjúklingar og onnur, ið hava avtalu á Rannsóknarstovuni, Skurðambulatoriinum, Røntgen/CT-skanning, Ergo- og fysioterapiini og Pínuklinikkini, skulu venda sær til leiðbeiningina.
Sjúklingar og onnur, ið skulu avgreiða inn- og útgjaldingar v.m., skulu somuleiðis venda sær til leiðbeiningina.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Sjúklingaskrivstovan
Sjúklingaskrivstovan er staðsett í leiðbeiningini á 2. hædd. Her kunnu sjúklingar, ið skulu til viðgerð uttanlands venda sær.
Tel. 34 33 00
Teldupostur: ssh@ssh.fo
Kantinan
Kantinan er á 2. hædd á sjúkrahúsinum og er opin fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki allar gerandisdagar frá kl. 11:30-13:00.
Internet
Á Suðuroyar Sjúkrahúsi er gestanet, ið er opið til øll at brúka. Netið eitur Heilsunet-Guest.
Blómur
Á songjadeildini er loyvt at hava avskornar blómur. Tosið við starvsfólkini um hvussu tygum skulu gera við blómurnar. Urtapottar kunnu ikki verða á deildini.
Royking
Suðuroyar Sjúkrahús er roykfrítt.