Krabbaútgreining

Tá illgruni er um ávíst krabbamein skal ávísandi lækni nýta viðkomandi leiðreglu niðanfyri. Leiðreglurnar eru tillagaðar føroysk viðurskifti og gjørdar eftir donskum íblástri í samráð við serlæknar í føroyska heilsuverkinum.

Krabbaávísingar skulu gerast í Cosmic til “modtagende enhed” nevnd “Krabbaútgreining”. Har skal veljast viðkomandi “Henvisningsskabelon”. Ávísingarskabelónin undir “Henvisningsskabelon” er gjørd soleiðis, at hon samsvarar við innihaldið í leiðreglunum fyri viðkomandi krabbaslagið, ið illgruni er um.

Móttøkueindin fyri krabbaútgreining tryggjar, at ávísingarnar verða visiteraðar og avgreiddar so skjótt sum gjørligt av rætta serøki. Og at sjúklingurin fær boð um møguliga útgreining uttan óneyðuga bíðitíð. At allar ávísingar fara fyrst í somu móttøkueind tryggjar, at tær altíð síðani verða beindar á rætta stað, til ber at gera neyvari skráseting og hagtøl og sannlíkið verður størri, at eingin dettur burturímillum.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós