31 Bygningar LS 1

Depilsleiðari til Bráðdepilin

Vilt tú standa á odda fyri leiðslu, fyrisiting, samskifti og menning í einum skundmiklum og kliniskum arbeiðsumhvørvi? Bráðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir depilsleiðara við viðkomandi heilsufakligari útbúgving til setan 01.10.2024 ella eftir nærri avtalu.

Vit sóknast eftir einum eldhugaðum og álitisvekjandi leiðara, sum er málsøkin og hevur áræði til, saman við depilsleiðaranum við læknafakligari bakgrund, at standa á odda í arbeiðinum at leiða og menna depilin. Tað er umráðandi, at tú hevur hug og evni til at samstarva í eini toymisleiðslu, har loyalitetur og opinleiki stuðla undir avgerðum, ið verða tiknar. 

Sum leiðari á Bráðdeplinum kanst tú vænta eitt spennadi starv, við nógvum dugnaligum starvsfeløgum. Hóast ferðin er høg, verður stórur dentur lagdur á fakliga støðið, og at vit hava umsorgan fyri einstaka sjúklinginum.

Um Bráðdepilin
Bráðdepilin fevnir um deildirnar anestesi, intensiv við bráðmóttøku og viðrakning, læknavaktina, leiðbeining, sjúkraflutningstænastuna, fysio- og ergoterapideildina, umframt eitt toymi mannað við sálarfrøðingi, neurosálarfrøðingi og logopedum, sum hava tvørgangandi arbeiðsupgávur á teimum ymsu deplunum.

Ábyrgdarøki
Depilsleiðarin við heilsufakligari bakgrund hevur, saman við depilsleiðaranum við læknafakligari bakgrund, ábyrgdina av leiðsluni á deplinum, og hesi avloysa hvønn annan, tá onkur teirra er burtur.

Depilsleiðararnir hava, í tráð við strategiina hjá Landssjúkrahúsinum, ábyrgdina av starvsfólkaleiðslu og eru stigtakarar til menning og útbúgving av øllum starvsfólkabólkum á deplinum.

Depilsleiðararnir skulu leggja til rættis, samskipa og optimera virksemið og tilfeingisnýtsluna, soleiðis at veitt verður ein so munadygg tænasta til sjúkling og avvarðandi sum gjørligt innan givnar karmar.

Depilsleiðarin skal leiða ein virkisfúsan leiðarabólk, sum við áræði og eldhuga arbeiðir fyri at menna Bráðdepilin. Tætt samstarv og samskifti er við sjúkrahússtjórn, umframt depilsleiðslur og stápar á Landssjúkrahúsinum sum heild.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • At seta mál, optimera og tillaga tænastur til framtiðar tørv og krøv, við atliti til tillutaða tilfeingið
  • At tryggja karmar fyri dagliga rakstrinum og meta um býtið av tilfeinginum í serstøkum og akuttum støðum
  • At verða skynsamur og ábyrgdarfullur leiðari við atliti til starvsfólkatrivnað, røkt og menning
  • At fremja og stimbra tvørfakligt samstarv og samskifti, bæði innan- og uttanhýsis
  • At góðskutryggja og menna virksemið
  • At virka miðsavnandi fyri alt økið
  • At vera fíggjarliga tilvitað/ur og at tryggja skynsama nýtslu av játtanini

Dentur verður lagdur á

  • Viðkomandi heilsufakliga útbúgving
  • Royndir innan leiðslu og fyrisiting
  • Royndir frá sjálvstøðugum arbeiði við skiftandi arbeiðsuppgávum
  • Førleika at standa á odda, skipa og menna arbeiðsuppgávur á ein greiðan og sjónligan hátt
  • Førleika at samskifta og skapa relatiónir tvørtur um deildir og sjúkrahús
  • Førleika at motivera og skapa samfesti í einum fjáltáttaðum gerandisdegi
  • Førleika at hugsa strategiskt og dirvi til at royna nýggjar mannagongdir

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum
  • Eitt fjølbroytt starv, har tú fært ávirkan og ábyrgd av menningini á deplinum
  • Samstarv við leiðarar og starvsfólk á deplinum
  • Eitt gott tvørfakligt arbeiðsumhvørvi

Lønar- og setanarviðurskifti eru sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Gunnvá Guttesen, varastjóra á tlf. 234570 ella á t-post gungu@ls.fo, ella Tummas í Garði, varastjóra, á t-post tumga@ls.fo.

Umsóknarfreistin er tann 06.09.2024.

Vinarliga søk starvið her.

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  


Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.   

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós