Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Børn og Ung Psykiatri
Familjudepilin á Landssjúkrahúsinum søkir við hesum eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Børn og Ung Psykiatri. Talan er um eitt farloyvisstarv á brøk 0,85 til setan frá 1. februar 2026 til og við 31. januar 2027, ella eftir nærri avtalu.
Um Børn og Ung Psykiatri
Børn og Ung psykiatri arbeiðir við útgreining og viðgerð av menningarórógv og psykiatriskum sjúkum hjá børnum og ungum upp til 18 ár.
Virksemið er skipað í tríggjar ambulantar eindir:
- Barnatoymi: børn til og við 11 ár
- Ungatoymi: ung frá 12 til 17 ár
- Viðgerðartoymi: fylgir børnum og ungum í heiligvágsviðgerð fyri ADHD.
Haravtrat umfatar virksemið eina dageind, har vit veita eitt miljøterapeutisk tilboð til familjur í dagtímunum gerandisdagar. Ein innlegging á dageindini kann t.d. fevna um bæði barna- og ungdómspsykiatriska útgreining og viðgerð.
25 starvsfólk við ymiskum fakligum bakgrundum eru knýtt at Børn og Ung Psykiatri og hava eitt tætt tvørfakligt samstarv í gerandisdegnum. Vit leggja dent á at veita eina góða tænastu til tær familjur, sum vit hava samband við, og at útgreiningar og viðgerð verða veittar við nærlagni og í tøttum samstarvi við familjurnar.
Farloyvisstarvið sum sjúkrarøktarfrøðingur er sum útgangsstøði knýtt at barnatoyminum.
Førleikakrøv:
- Útbúgving sum sjúkrarøktarfrøðingur
- Góðar tvørfakligar samstarvseginleikar, bæði í mun til børnini, tey ungu og familjur teirra umframt við aðrar stovnar, sum varða av børnunum, teimum ungu og familjum teirra.
- Góð evni til at arbeiða skipað og førleikar til sjálvstøðugt at leggja arbeiðsuppgávur til rættis og at raðfesta uppgávurnar á ein hátt, sum tryggjar góðan samanhang í bæði útgreiningar- og viðgerðargongd
- Førleikar at miðla vitan, bæði skrivliga og munnliga til einstaklingar og bólkar.
- Royndir innan psykiatri og/ella arbeiði við børnum og ungum er ein fyrimunur
Harumframt ynskja vit umsøkjara:
- Sum er fyrikomandi og álitisvekjandi
- Við jaligum sinni og ágrýtni í mun til arbeiðsuppgávurnar
- Við smidleika og arbeiðssemi
- Sum gevur sítt íkast til eitt jaligt arbeiðsumhvørvi og møtir sínum starvsfeløgum við opinleika, hjálpsemi og virðing
- Sum er ábyrgdarfullur, og tekur ábyrgd av egnum trivnaði og læring.
Vit bjóða
- Eitt spennandi starv, har tú gert ein týðandi mun fyri børn, ung og teirra familjur
- Tætt samstarv við starvsfelagar í einum tvørfakligum toymi
- Eitt arbeiðsumhvørvi, sum leggur dent á yrkisføri og menning
- Møguleikar fyri førleikamenning umvegis undirvísing, supervisión og tvørfakligar konferansur
Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Onnu Kristinu N. Niclasen, funktiónsleiðara á Børn og Ung Psykiatri, á annnl@ls.fo. Eisini kann ringjast umvegis skrivaran á telefon nr. 304740.
Vísandi til løgtingslóg um barnaváttanir § 4 stk. 3 hevur Sjúkrahúsverkið skyldu til at útvega barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.
Umsóknarfreistin er mánadagin 1. desembur 2025.
Setanarsamrøður væntast at verða í viku 50.
Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.