10 Medisinsksongjadeild 9

Heilsurøktarar til fast starv og barsilsfarloyvisstarv á seingjadeildini á Suðuroyar Sjúkrahúsi

Søkt verður eftir heilsurøktarum til eitt fast starv og eitt barsilsfarloyvisstarv á seingjadeildini.

Fasta starvið
Eitt fast starv við arbeiðstíð á 0,7 í dag- og kvøldvaktum til setan 1. september 2024.

Barsilsfarloyvisstarvið
Eitt barsilsfarloyvisstarv við arbeiðstíð á 0,6 í dag- og kvøldvaktum til setan í tíðarskeiðinum 1. september 2024 til og við 31. januar 2025.

Vit vænta at umsøkjarar

  • seta tørvin hjá sjúklingunum í hásæti
  • hava hug og vilja at arbeiða við egnari fakligari menning og førleikum
  • hava góð tvørfaklig samstarvsevni og evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • kenna ábyrgdarkenslu at skapa góðan trivna á deildini
  • hava prógv og góðkenning sum heilsurøktari
  • hava telduførleika – vit nýta Cosmic.

Vit kunnu bjóða

  • ein avbjóðandi, áhugaverdan og fjølbroyttan starvsstað
  • arbeiðssamar og dugnaligar starvsfelagar
  • mennandi uppgávur har gerandisdagurin ikki altíð er eins
  • skipaða innleiðslu.


Ert tú ikki búsitandi í Suðuroynni og ætlar at flyta til oynna, hjálpa vit til við at finna bústað. 


Setanartreytir
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Heilsurøktarafelagið og Fíggjarmálaráðið.

Meira fæst at vita um starvið við at venda sær til Lailu Jespersen, varadeildarleiðara tlf. 34 33 00.

Umsóknarfreist
Umsókn við CV skal sendast til starv@ssh.fo í seinasta lagi 15.juli 2024.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós