L38

Køkurin á Landsjúkrahúsinum søkir eftir lærlingum

Hevur tú hug at læra at gera góðan og fjølbroyttan mat, og gerast partur av einum dugnaligum starvsfólkahópi? So er hetta rætta læruplássið fyri teg.

Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir føðsluatstøðaralærlingum (ernæringsassistent) til setan 1. februar 2026 ella eftir avtalu. 

Læruplássið er í einum góðum arbeiðsumhvørvi í okkara nýggja køki í H bygninginum. I køkinum gera vit hvønn dag mat til nógv fólk, vit ganga høgt upp í góða góðsku og at fyribyrgja matoyðsli. Í lærutíðini fert tú at fáa ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag, har tú m.a. fert at læra at gera føroyskan mat, baka og gera bæði kaldar og heitar rættir til sjúklingar og onnur, ið hava ymiskan tørv. 

Um lærutíðina og útbúgvingina:

Lærutíðin er 2 ár og 11 mðr. Av hesum ert tú í skúla í 50 vikur. Skúlagongdin er á tekniskum skúla í Føroyum og í Danmark. 

Um tú hevur grundskeið á 20 vikur innan matvøruútbúgving, verður lærutíðin stytt tilsvarandi.

Kunning um útbúgvingina sæst á heimasíðuni hjá Yrkisdeplinum, Føðsluatstøðingur

Vit ynskja:

  • At tú ert ágrýtin og hevur hug at læra um, og at framleiða rættan kost til sjúklingar og onnur 
  • At tú sum lærlingur ert álítandi, tekur ábyrgd og hevur lætt við at samstarva
  • At tú dugir at nýta teldu á brúkarastøði

Skúlakrøv:

  • Í minsta lagi 9. floksprógv frá fólkaskúlanum.

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Nærri fæst at vita við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella gudna@ls.fo

Umsóknarfreistin er 1. desember 2025

Vinarliga søk starvið her. 

 

Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós