Køkurin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir tveimum føðsluatstøðarum
Tvey fulltíðarstørv sum føðsluatstøðari eru leys at søkja í Køkinum á Landssjúkrahúsinum, at byrja 1. oktober 2024 ella eftir avtalu.
Ert tú føðsluatstøðari, ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving, og hevur tað týdning fyri teg at gera føðslurættan mat, til bæði sjúklingar og starvsfólk, so er tað tær, vit leita eftir.
Vit húsast í nýggja køkinum í H bygninginum, og arbeiða við nýggjari útgerð, sum kann menna framleiðsluna og arbeiðið í køkinum. Køkurin ger mat til sjúklingar, og eisini til Kafeina, Skálan og Matarhøllina. Vit eru sannførd um, at maturin hevur stóran týdning, tí leggja vit stóran dent á, at maturin er bæði góður og føðslurættur.
Um starvið:
Arbeiðsuppgávurnar umfata planlegging og fyrireiking av matframleiðslu. Harumframt ert tú partur av sjálvari matframleiðsluni, og at pakka, at borðreiða, fremja innaneftirlit, uppvaskinum og reingerðini av køkinum.
Arbeiðstíðin er frá kl. 7.00 til 15.00 og vikuskiftisvaktir umleið 4. hvørt vikuskifti. Roknast kann við broytingum í arbeiðstíðunum og arbeiðsuppgávunum, so hvørt sum H bygningurin verður tikin í nýtslu.
Førleikar:
- tú ert føðsluatstøðari ella hevur líknandi kostfakliga útbúgving
- tú hevur kt-førleika á brúkarastøði
- arbeiðsroyndir frá stovnskøki og at framleiða dietar kann vera ein fyrimunur
Um teg:
- tú ert álítandi og røkin
- tú dugir at taka ábyrgd og tolir, at tað til tíðir er nógv at gera
- tú tolir broytingar í arbeiðinum
Vit bjóða:
- virknar og dugnaligar starvsfelagar
- ein fakligan spennandi og mennandi gerandisdag
- felags innleiðslu fyri nýggjum starvsfólkum, umframt upplæring á staðnum
Løn og setanartreytir smb. sáttmálan millum Kost- og føðslufelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Gudnu á Rógvi Joensen, leiðara í høvuðskøkinum, telefon 234520 ella teldupostgudna@ls.fo
Umsóknarfreistin er 15. september 2024
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.