KT-trygdarfólk til Landssjúkrahúsið
Hevur tú tøkniliga vitan um KT-trygd og hug at vera við til at verja eitt av størstu og mest fjølbroyttu KT-umhvørvunum í Føroyum?
Vit leita eftir einum KT-trygdarfólki til KT-deildina á Landssjúkrahúsinum at byrja 01.02.2027 ella eftir nærri avtalu. Tú hevur tøkniliga KT-bakgrund, praktiskar royndir við KT-trygd og hug at vera við til at styrkja trygdina í Sjúkrahúsverkinum.
Heilsunet er eitt av størstu KT-kervunum í Føroyum við góðum 2.000 brúkarum og fevnir um øll trý sjúkrahúsini. Kervið er grundvøllurin undir okkara heilsuskipanum og harvið ein týðandi partur av kliniska virkseminum.
Um starvið
Sum KT-trygdarfólk verður tú partur av KT-deildini og fert at arbeiða við tekniskari KT-trygd í samstarvi við starvsfelagar og uttanhýsis veitarar. Tínar arbeiðsuppgávur verða millum annað at:
Fylgja við KT-hóttanum og trygdarveikleikum og kanna, um skipanir okkara kunnu vera ávirkaðar
Greina og meta um tekniskar trygdarváðar og vera við til at finna hóskandi loysnir
Arbeiða við at kortleggja og betra trygdina í okkara KT-umhvørvi, eitt nú netverki, servarum, brúkaraatgongd og cloudloysnum
Meta um KT trygd í sambandi við nýggjar skipanir, útgerð og tøkniligar loysnir
Samskipa, seta í verk og fylgja upp á KT-trygdartiltøk í samstarvi við starvsfelagar og veitarar.
Tú fert at arbeiða bæði sjálvstøðugt og saman við øðrum og fært møguleika at ávirka, hvussu vit menna KT-trygdina í Sjúkrahúsverkinum.
Førleikakrøv
Vit vænta, at tú hevur:
Viðkomandi KT-útbúgving ella samsvarandi starvsroyndir
Praktiskar royndir við tekniskari KT-trygd
Góðan tekniskan kunnleika til KT-undirstøðukervi, eitt nú netverk, servarar og brúkaraatgongd
Innlit í KT-hóttanir, trygdarveikleikar og tiltøk til at verja KT-skipanir
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir við einum ella fleiri av hesum økjum:
Netverkstrygd, firewallum og atgongdarstýring
Microsoft-loysnum, eitt nú Windows Server, Active Directory og Microsoft 365
Trygdarloysnum, veikleikahandfaring og eftirliti við KT-trygd
Sum persónur arbeiðir tú skipað og sjálvstøðugt, hevur góð samstarvsevni og dugir at fylgja uppgávum til dyrnar. Tú hevur eisini hug at menna tínar førleikar og halda teg dagførdan innan KT-trygd.
Vit bjóða
Eitt fjølbroytt og fakliga spennandi starv við týdningi fyri føroyska heilsuverkið
Góðar møguleikar fyri fakligari menning, skeiðum og eftirútbúgving
Dugnaligar starvsfelagar og eitt arbeiðsumhvørvi við nógvum tøkniligum avbjóðingum
Møguleika at vera við til at mynda KT-trygdina í Sjúkrahúsverkinum
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og viðkomandi yrkisfelag.
Arbeiðsstaðurin er á Landssjúkrahúsinum.
Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna vísa reina revsiváttan.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bjarna Fríðberg, KT-leiðara á Landssjúkrahúsinum, á tlf. 234689 ella t-post: bjafr@ls.fo.
Umsóknarfreistin er 04.12.2026.
Vinarliga søk starvið her. Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið. Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.Um Sjúkrahúsverkið