24 Læknaskrivarar 4

Læknaskrivari til Diagnostiska Depilin

Diagnostiski Depilin á Landssjúkrahúsinum søkir læknaskrivara til nýggja Screeningseind frá 1. november 2024, ella eftir nærri avtalu.

Talan er um eitt starv á hálva tíð.

Um okkum
Á Landssjúkrahúsinum starvast 1100 starvsfólk, harav umleið 55 eru staðsett á Diagnostiska Deplinum, sum umfatar Rannsóknarstovu og Røntgdeild.

Diagnostiski depilin ger nógvar ymiskar kanningar, sum verða ávístar av sjúkrahús- og kommunulæknum, umframt at taka sær av sceening fyri bróst- og lívmóðurhálskrabba.

Screeningseindin er nýggj eind, sum skal samskipa screeningar fyri krabbameini og øðrum sjúkum í Sjúkrahúsverkinum. Eindin verður skipað sum stápseind á Røntgendeildini, sum arbeiðir tætt saman við Rannsóknarstovuni, umframt at samstava við aðrar deildir og deplar um krabbameinsfyribyrging og -útgreining.

Um teg
Tú hevur áhuga og áræði at arbeiða í einum øki, har brótast skal uppúr nýggjum. Tú evnar at vera róligur og hava yvirblikk, tá nógvar ymiskar uppgávur eru skulu loysast samstundis, og tú ynskir at geva títt íkast, bæði fakliga og socialt, fyri einum góðum trivnaði á bæði Røntgendeildini og Rannsóknarstovuni.

Arbeiðsuppgávur:
Uppgávan verður í høvuðsheitinum tengd at screening, eitt nú at gera innkallingar, bóka tíðir, gera uppfylgingar, svara telefon, senda svar til sjúklingar, umframt tú í byrjanin kemur at hava ávirkan á, hvussu hetta best kann skipast. 

Førleikakrøv:

  • Tú ert útbúgvin læknaskrivari
  • Tú ert fyrikomandi, erlig/ur og positiv/ur
  • Tú hevur góðar KT- og málførleikar
  • Tú ert fakliga dugnaligur, støðugur, ágrýtin og dámar nýggjar avbjóðingar
  • Tú gevur títt íkast til góða sjúklingagongd við serligum atliti til høga tænastu, góðsku og sjúklingatrygd
  • Tú hevur hug at arbeiða fyri góðum samstarvi, bæði mono- og tvørfakligt, við positivari tilgongd til broyting av mannagongdum
  • Tú hevur vilja og áhuga í at miðla vitan á deildini og til aðrar starvsfelagar

Vit bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi, við fakliga kompetentum og virknum starvsfelaøgum
  • Eitt gott tvørfakligt samstarv millum læknaskrivarar, røntgenlæknar, patolog, radiografar, bioanalytikarar og aðrar fakbólkar, umframt eksternar samstarvspartnarar og kontakt við sjúklingar
  • Spennandi uppgávur í góðum tvørfakligum umhvørvi, har arbeitt verður við SECTRA RIS/PACS, Cosmic og Patologiskipanini, sum eru karmar um allar kanningar, screeningar, bókingar og svar.
  • Felagsinnleiðsla á sjúkrahúsinum og upplæring á deplinum

Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Starvsfelagið og Fíggjarmálaráðið.

Umsóknarfreistin er  16. oktober 2024

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta seg í samband við Lisu Frederiksberg, Funktiónsleiðara, Lisa.Frederiksberg@ls.fo , tel +298 304500, lokal 5507, ella Biritu K. Samuelsen, Funktiónsleiðara, tlf. 304500, lokal 5601, teldupost birje@ls.fo

Vinarliga søk starvið her. 

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.  

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.  

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.
 

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós