Freist
Staðseting
Landssjúkrahúsið
Starvsslag
Fast starv
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv

Vilt tú arbeiða við dátuvernd og løgfrøðiligari ráðgeving á einum arbeiðsplássi við stórum samfelagsligum týdningi?

Sjúkrahúsverkið søkir eftir einum løgfrøðingi, sum skal røkja leiklutin sum dátuverndarfólk (DPO) og loysa løgfrøðiligar uppgávur á HR-deildini á Landssjúkrahúsinum.

Í Sjúkrahúsverkinum viðgera vit dagliga viðkvæmar upplýsingar um sjúklingar og starvsfólk. Góð dátuvernd er tí ein týðandi partur av álitinum á okkara virksemi.

Sum dátuverndarfólk skalt tú ráðgeva um og hava eftirlit við, at viðgerðin av persónsupplýsingum er í samsvari við galdandi reglur. Tú verður ein partur av HR deildini og fert at samstarva við KT-trygdarfólk, HR løgfrøðingin, leiðslu, kliniskar deildir, KT og onnur.

DPO uppgávurnar fylla ein part av starvinum. Harumframt verður tú partur av løgfrøðiliga arbeiðinum á HR-deildini, har tú hjálpir við starvsfólkamálum, setanarviðurskiftum og ráðgeving til leiðarar.

Uppgávur innan dátuvernd

  • Ráðgeva leiðslu og starvsfólkum um dátuverndarlógina og viðgerð av persónupplýsingum.

  • Hava eftirlit við, at dátuverndarreglur og innanhýsis leiðreglur verða fylgdar, og fylgja upp á møguligar manglar.

  • Ráðgeva um dátuvernd í sambandi við nýggjar KT-loysnir, broyttar arbeiðsgongdir og samstarv við uttanhýsis veitarar.

  • Ráðgeva um trygdarbrot og rættindi hjá sjúklingum, starvsfólkum og øðrum skrásettum.

  • Kunna og undirvísa leiðarum og starvsfólkum í dátuvernd.

  • Samstarva við Dátueftirlitið og vera kontaktpersónur í dátuverndarspurningum.

  • Leggja metingar og tilmæli um dátuvernd fram fyri ovastu leiðslu.

Løgfrøðiligar uppgávur á HR-deildini

  • Viðgera starvsfólkamál og veita løgfrøðiliga ráðgeving í hesum sambandi.

  • Tulka lóggávu, sáttmálar og reglur á starvsfólkaøkinum.

  • Hjálpa við at fyrireika hoyringarskriv og avgerðaruppskot.

  • Ráðgeva um fyrisitingarrættarlig viðurskifti.

  • Loysa aðrar løgfrøðiligar uppgávur í samstarvi við leiðsluna.

Starvið er knýtt at HR-deildini. Í leiklutinum sum dátuverndarfólk arbeiðir tú óheft og hevur beinleiðis atgongd til ovastu leiðslu, sum tú eisini leggur tínar frágreiðingar og tilmæli fyri.

Arbeiðið verður skipað soleiðis, at neyðug tíð er til DPO-uppgávurnar. Býtið millum dátuvernd og aðrar løgfrøðiligar uppgávur verður lagað eftir tørvinum.

HR-uppgávurnar verða avmarkaðar og býttar soleiðis, at tær ikki hava við sær áhugamálsstríð við DPO-leiklutin. Uppgávur, sum kunnu seta teg í eina støðu, har tú skalt hava óheft eftirlit við egnum avgerðum, verða lagdar til onnur.

Vit vænta, at tú

  • hevur løgfrøðiliga kandidatútbúgving, cand.jur. ella samsvarandi

  • hevur viðkomandi arbeiðsroyndir og kunnleika til dátuverndarrætt

  • hevur eitt fakligt grundarlag, sum ger teg føran fyri at røkja DPO uppgávurnar sjálvstøðugt

  • hevur kunnleika til fyrisitingarrætt og áhuga fyri starvsfólkarætti

  • dugir at greina torgreidd mál og geva greiða og væl grundaða ráðgeving

  • dugir føroyskt í skrift og talu og megnar at arbeiða við donskum og enskum tilfari.

Sum persónur ert tú nærlagdur, hevur góða dømikraft og viðger trúnaðarmál við virðing. Tú dugir at samstarva við ymiskar fakbólkar og hevur fakligt dirvi at standa við tínar metingar.

Hevur tú ikki longu viðkomandi eftirútbúgving ella sertifisering innan dátuvernd, vænta vit, at tú gjøgnumførir DPO skeið ella viðkomandi sertifisering sum part av starvinum. Skeið og tíðarætlan verða avtalað við støði í tínum førleikum, royndum og uppgávunum í starvinum.

Vit vænta eisini, at tú heldur tín fakliga kunnleika við líka og tekur lut í viðkomandi skeiðum og fakligum netverkum.

Vit bjóða

Vit bjóða eitt fjølbroytt og sjálvstøðugt starv við breiðari samstarvsflatu í Sjúkrahúsverkinum. Tú fært høvi at brúka tínar løgfrøðiligu førleikar í málum, sum hava týdning fyri bæði sjúklingar, starvsfólk og leiðslu.

Sum fyrsta fastsetta dátuverndarfólkið, fært tú møguleika at seta tín dám á dátuverndararbeiðið.

Starvið er eitt fulltíðarstarv við starvsstaði á Landssjúkrahúsinum. Starvið verður sett frá 1. februar 2027 ella eftir nærri avtalu.

Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Búskapar- og Løgfrøðingafelag Føroya og Fíggjarmálaráðið.

Viðkomandi, sum settur verður, skal kunna vísa reina revsiváttan.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Selmu Herup, HR-deildarstjóra, á teldupost selma@ls.fo ella á telefon +298 286863.

Umsóknarfreistin er 11. desember 2026.

Vinarliga søk starvið her.

 

Um Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós