31 Bygningar LS 1

Sjúkrarøktarfrøðingur til Livur, Maga-Tarm Ambulatoriið

Medisinski depilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Livur, Maga-Tarm Ambulatoriið. Talan er um eitt fast starv á starvsbrøki 0,8, at byrja 01.10.2024 ella eftir avtalu.

Umframt arbeiðið í Livur, Maga-Tarm ambulatoriinum, verður væntað eitt ávíst samstarv við aðrar sergreinar. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjardeild.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum

  • Veita sjálvstøðuga sjúkrarøkt, viðgerð og eftirkanningar. Telefonviðtalur og samskifti er ein stórur partur av arbeiðsuppgávuni
  • Geva biologiskan heilivág, intravenøsar injektiónir/infusiónir og tablettviðgerðir
  • Útinna, leiða, miðla og menna vitan innan sjúkrarøkt
  • Kunna sjúklingar, avvarðandi og heilsustarvsfólk um sjúku, heilivág v.m.
  • Tvørfakligt samstarv við lækna og aðrar viðkomandi fakbólkar.
     

Dentur verður lagdur á

  • Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
  • Í minsta lagi 2 ára kliniskar royndir við medisinskum sjúklingum
  • Evni at arbeiða sjálvstøðugt
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Áhuga og ábyrgd fyri egnari fakligari menning
  • Arbeiðsroyndir frá viðkomandi ambulatorii er ein fyrimunur.
     

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu og grundiga upplæring eftir eini ætlan
  • Fakliga kompetentar og virknar starvsfelagar í einum vælvirkandi toymi
  • Eitt fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum avbjóðingum.


Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Jóhonnu Andreasen, funktiónsleiðara, á tlf. 304500, lokal 6251.

Umsóknarfreistin er tann 22.07.2024

Vinarliga søk starvið her.

Um viðkomandi, sum sett/ur verður, hevur starvast uttan fyri Føroyar og/ella har útbrot av MRSA hevur verið á arbeiðsplássinum síðstu seks mðr., skal negativ MRSA skjalaváttan vísast, áðrenn byrjað verður í starvinum.

Her kanst tú lesa meira um okkara, visjón, missión og strategimál.

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós