Ls (3)
Freist
Staðseting
Landssjúkrahúsið
Starvsslag
Fast starv
Arbeiðstíð
Fulltíðarstarv

Ert tú okkara nýggi starvsfelagi? Hevur tú áhuga fyri sjúkrarøkt innan skurðøkið, har høg faklig dygd er í hásæti, og ynskir tú at arbeiða á einari deild við royndum og ídnum starvsfelagum? So er hetta starvið júst nakað fyri teg.

Skurðdepilin á Landssjúkrahúsinum søkir eftir einum sjúkrarøktarfrøðingi til Skurðgongina. Talan er um eitt 1-ára upplæringsstarv sum skurðsjúkrarøktarfrøðingur á fullum starvsbrøki (1,0). Eftir 8-10 mánaðir við upplæring í gerandisdegnum fevnir starvið eisini um tilkallivaktir eftir kl. 16.00 og døgnvaktir í vikuskiftunum.

Um Skurðgongina
Á Skurðgongini starvast 22 starvsfólk: 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopiini, 1 sterilatstøðingur og 2 hjálparfólk í sterilsentralinum.

Deildin hevur 6 skurðstovur, 1 endoskopieind og 1 sterilsentral. Okkara sergreinir eru ortopedi, almenn kirurgi, gynækologi og urologi. Í endoskopiini taka vit ímóti ambulantum og innløgdum sjúklingum til kanningar og viðgerðir, og í sterilsentralinum verða øll instrument endurviðgjørd, reingjørd og steriliserað til allar skurðviðgerðir og kanningar, soleiðis at sjúklingatrygdin er í hásæti.

Skurðdepilin leggur stóran dent á tvørfakligt samstarv. Vit arbeiða við einari jaligari tilgongd til gerandisdagin og vænta, at okkara nýggi starvsfelagi er við til at menna fakligheitina og stuðla undir eitt gott og jaligt arbeiðsumhvørvi.

Førleikar og eginleikar
Vit vænta, at tú:

  • Hevur sjúkrarøktarfakligan áhuga innan skurðøkið

  • Ert skapandi, liðilig/ur og trívist í einum gerandisdegi við fjølbroyttum uppgávum

  • Tekur ábyrgd fyri at skapa góðan trivnað og gott samstarv á deildini

  • Dugir væl at miðla vitan - bæði innanhýsis á deildini og til aðrar samstarvsfelagar

  • Hevur góðan telduførleika

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt skipaða einstaklingainnleiðslu á deildini

  • Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvi við nógvum fakligum avbjóðingum

  • Fakliga skikkaðar, royndar og virknar starvsfelagar

  • Ávirkan á fakliga menning og dygdarmenning á deildini

Lønar- og setanartreytir
Lønar- og setanartreytir eru sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.

Nærri upplýsingar og umsókn
Hevur tú spurningar til starvið, ert tú vælkomin at seta teg í samband við Ruth á Fløtum, deildarleiðara, á tlf. 783777, lokal 5211, teldupost: rutaf@ls.fo, ella við Guðrun Setberg Lindenskov, depilsleiðara, á tlf. 783400, lokal 5102, teldupost: gudli@ls.fo .

Umsóknarfreistin er 8. desember 2026. 

Vinarliga søk starvið her.

Um Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið.

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós