Sjúkrarøktarfrøðingur til Steno Miðstøðina
Steno Miðstøðin, ið er diabetes og endokrinologiskt ambulatorium, søkir eftir sjúkrarøktarfrøðingi. Talan er um eitt fast starv á brøki 1,0 til setan 1. januar 2027, ella eftir avtalu. Starvið fevnir eisini um vikuskiftisvaktir á medisinskari seingjardeild.
Um Steno Miðstøðina
Starvsfólkahópurin í Steno toyminum er samansettur av sjúkrarøktarfrøðingum, læknum, læknaskrivarum, dietisti, fíggjarfólki og verkætlanarfólkum, í alt 14 starvsfólk. Steno Miðstøðin er staðsett í Útistovu, Bláa ambulatoriið. Steno Miðstøðin verður rikin av Sjúkrahúsverkinum og er ein av sjey Steno Miðstøðum og verður arbeiðið lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden.
Endamálið við Steno Miðstøðini er at tryggja persónum við diabetes og øðrum hormon- og stoffskiftissjúkum bestu viðgerðina, ið kann betra um lívsgóðskuna hjá hesum persónum. Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við støðugum betranarátøkum, tvørgeiraðum samstarvi og gransking.
Arbeiðsuppgávurnar eru í høvuðsheitum
Sjálvstøðugar viðtalur
Geva viðgerðir
Samskipa viðgerðir og eftirkanningar
Kunna, vegleiða og undirvísa sjúklingum og avvarðandi
Undirvísa einstaklingum og bólkum
Seta fyribyrgjandi átøk í verk
Miðla vitan skrivliga og munnliga til starvsfelagar, sjúklingar og samstarvsfelagar
Krøv til umsøkjaran
Prógv og góðkenning sum sjúkrarøktarfrøðingur
Góð tvørfaklig samstarvsevni
Góður telduførleiki
At tú megnar at fáa yvirlit yvir fjøltáttaðu arbeiðsuppgávurnar, raðfesta og samskipa sjúklingagongdir
At tú megnar at nýta reflektión sum arbeiðsamboð, ein til ein og í bólki.
At tú ert sinnað/ur at menna førleikar at miðla vitan og undirvísa
Faklig vitan innan økið og kliniskar royndir við medisinskari sjúkrarøkt eru ein fyrimunur.
Vit bjóða
Felags innleiðslu og upplæring
Eitt dynamiskt, avbjóðandi og fjølbroytt umhvørvi
Góðar møguleikar fyri førleikamenning
Virknar og skikkaðar starvsfelagar
Tætt tvørfakligt samstarv
Løn- og setanartreytir sambært sáttmála millum Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar og Fíggjarmálaráðið.
Setanarøkið er Landssjúkrahúsið, Medisinski depilin, og Steno Miðstøðin heldur til í Útistovu á Medisinska ambulatoriinum.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til Jóhannu Andreasen funktiónsleiðara á tlf. 304500 lokal 6251, ella við at skriva til johad@ls.fo
Umsóknarfreistin er tann 4. desember 2026.
Vinarliga søk starvið her.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur alt lívið. Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.Um Sjúkrahúsverkið