Starvsfólk til Sterilsentralin á Skurðgongini
Skurðgongin á Landssjúkrahúsinum lýsir hervið eftir einum starvsfólki við heilsufrøðiligari útbúg-ving, t.d., tannatstøðingur, sterilatstøðingur, heilsuhjálpari ella líknandi, til sterilsentralin á skurðgongini, setan 1. mai 2026 ella skjótast gjørligt.
Talan er um eitt fast starv, á brøk 0,8, yrkadagar millum kl 08-16, vantandi broytingar koma í arbeiðstíðunum eftir 4 mánaðar upplæring.
Á skurðgongini starvast 21 fólk, 14 skurðsjúkrarøktarfrøðingar, 2 sterilatstøðingar í sterilsentralinum og 5 sjúkrarøktarfrøðingar í endoskopiini.
Arbeiði í sterilsentralinum fevnir um at endurviðgera instrumentir til allar skurðviðgerðir og verja móti infektiónum í samband við skurðviðgerðir.
Sterilsentralurin hevur ein sera týðandi leiklut á sjúkrahúsinum, hóast hetta er ein deild, sum sjálvdan verður umrødd.
Sterilsentralurin er fysiskt staðsettur tætt við skurðgongina, har 2 sterilatstøðingar hava til høvuðsuppgávu at reingera og sterilisera instrumentir í samband við skurviðgerðir á Landssjúkrahúsinum. Arbeiði fevnir eisini um at tryggja, at øll instrumentir, sum vera nýtt til allar skurðviðgerðir, fylgja ávísum reinførismannagongdum. Endamálið, útyvir reinføri, er eisini at tryggja sporføri, í fall infektión uppstendur hjá sjúklingi. Hettar verður alt gjørt eftir serstøkum leiðreglum og standardum, sum vit fylgja. Vit nýta eina KT-skipan, T-DOC, sum kann skjalprógva alla tilgongdina og kann sporføra øll instrumentini.
Dentur verður lagdur á
- Góð tvørfaglig samstarvsevni
- Eitt opið og jaligt sinni
- Røkjuskap
- Skal kunna arbeiða sjálvstøðugt
- Fakliga vitan og royndir innan smittuverju, endurviðgerð av instrumentum, er ein fyrimunur
- Ábyrgdarkenslu fyri at skapa góðan trivnað á deildini
- Telduførleiki er neyðugt
- Fysiskt væl fyri
Vit bjóða
- Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum umframt einstaklinga innleiðslu á deildini
- Sera góða upplæring innan serøkið, skeið innan serøkið og KT skipanina sum verður nýtt
- Eitt spennandi og fjølbroytt arbeiðsumhvørvið við nógvum ymiskum avbjóðingum
- Fakliga skikkaðar og virknar starvsfelagar
Lønar- og setunartreytir sambært sáttmála millum avvarðandi fakfelag og Fíggjarmálaráði.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at seta teg í samband við Guðrun Setberg Lindenskov, deildarleiðara, gudli@ls.fo ella Elin Vitalis, depilsleiðara, elivi@ls.fo
Umsóknarfreist er 24. mars 2026
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.