Starvslýsing eftir dygdarmennara í farloyvisstarv
Ert tú ein kveikjandi persónur, ið brennur fyri dygdar- og betranararbeiði og sjúklingatrygd innan heilsuøkið, er hetta júst starvið fyri teg.
Søkt verður eftir einum dygdammennari í tíðaravmarkað starv í fulla tíð, frá 1. mars 2025 og fram til 1. mars 2026.
Dygdarmennarin skal, saman við Dygd og Betranartoyminum, menna dygdararbeiðið í Sjúkrahúsverkinum. Sum dygdarmennari skalt tú luttaka í og stuðla undir verkseting, rótfesti og útbreiðslu av dygdarátøkum, strategimálum og átøkum, ið verða sett í verk á teimum ymisku deildunum á sjúkrahúsunum.
Viðkomandi skal eisini tryggja samanhang í dygdararbeiðinum og støðugt virka fyri eini lærandi organisatión. Sjúklingatrygd er ein sjálvsagdur táttur í dygdararbeiðinum og hongur neyvt saman við ymisku dygdarátøkunum.
Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum:
- At arbeiða skipað við menningarmentan á øllum stigum
- herundir fasilitera, skipa og fasthalda prosessir saman við øllum starvsfólkum og leiðarum í Sjúkrahúsverkinum.
- At arbeiða skipað við menningarmentan í øllum Sjúkrahúsverkinum í samstarvi við allar leiðslur á øllum leiðslustigum
- At útbúgva, stuðla og hjálpa leiðarum og starvsfólkum at halda menningarfundir og fremja skipaðar betranir og loysnir
- At menna starvsfólkini í Sjúkrahúsverkinum at arbeiða við ótilætlaðum hendingum (ÓTH)
- At arbeiða skipað og miðvíst við sjúklingatrygd og sniðgeva haldbarar loysnir, ið gagnar sjúklinginum og Sjúkrahúsverkinum
- At ganga á odda fyri at røkka visjónini um eitt sameint Sjúkrahúsverk, ið setir sjúklingatrygd í hásæti
- At virka fyri menning av einari mentan, sum byggir á dygd og sjúklingatrygd
- At stuðla undir verkseting av kliniskum leiðreglum á deildunum og fyri alt Sjúkrahúsverkið
- Í samráð við deplarnar at verkseta og gera dygdarátøk
- At arbeiða við uppfylging av dygdarúrslitum og at tillaga praksis
- At skipa og hava ábyrgd av nýggju skipanini í Sjúkrahúsverkinum "MymedCards"
Dentur verður lagdur á:
- At tú hevur heilsufakliga bakgrund
- At tú hevur eina viðkomandi master útbúgving
- At tú hevur royndir við at arbeiða og menna ÓTH
- At tú arbeiðir á ein skipaðan og analýtiskan hátt, ið tekur støði í betranarháttarlagi
- At tú hevur royndir at arbeiða og sniðgeva haldabarar loysnir
- At tú hevur royndir og førleikar at menna hvussu kliniskar leiðreglur skulu stuðla best í einum heilsuverki.
Persónligir eginleikar:
- Tú hevur eitt kveikjandi lyndi og dugir væl at skapa relatiónir
- Tú hevur góð samskiftis- og samstarvsevni og vil virka fyri góðum tvørfakligum samstarvi
- Tú kanst arbeiða bæði sjálvstøðugt og í toymum
- Tú tolir broytingar í starvsøki og arbeiðsuppgávum
- Tú hevur áhuga og hegni til at undirvísa og miðla vitan
Vit bjóða:
- Ein fakliga spennandi og mennandi gerandisdag
- Upplæring og felags innleiðslu
- Eitt áhugavert og spennandi arbeiðsøki
- Eitt fjølbroytt og jaligt arbeiðsumhvørvi
Lønar- og setanartreytir smb. sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og avvarðandi yrkisfelag.
Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Marinu Moraitis, deildaleiðari fyri Dygd og Betran, á telduposti: marmr@ls.fo og á tlf. +298 234691
Umsóknarfreistin er: 13.12.2024
Vinarliga søk starvið her.
Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál.
Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.
Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.