31 Bygningar LS 1

Tekniskur samskipari til Sjúkraflutningstænastuna hjá Sjúkrahúsverkinum

Sjúkraflutningstænastan hjá Sjúkrahúsverkinum søkir eftir einum tekniskum samskipara til setan 01.09.2024 ella eftir nærri avtalu. Talan er um eitt fulltíðarstarv á brøk 1.0 í dagtímunum yrkadagar.

Um Sjúkraflutningstænastuna
Sjúkraflutningstænastan er ein deild við nógvum ymiskum uppgávum. Ein av høvuðsuppgávunum er at vera ein bráðfeingishjálp í samband við lívbjargandi arbeiði. Harnæst er uppgávan flutningur av sjúkum og skaddum fólki og fólkum, ið eru rørslutarnað. Alt hetta setir stór krøv til starvsfólkið, sum mangan kemur at arbeiða undir serstøkum umstøðum.

Arbeiðsuppgávur í høvuðsheitum
Tekniski samskiparin kemur at hava ábyrgdina av øllum viðlíkahaldsarbeiði í mun til sjúkrabilarnar og tað útgerð, sum er í sjúkrabilunum í samráð við veitararnar á økinum. Arbeiðsstaðið kemur at vera á Sjúkraflutningstænastuni á Landssjúkrahúsinum, sum hevur egið verkstað við lyft. Tekniski samskiparin kemur at vísa beinleiðis til leiðaran á Sjúkraflutningstænastuni á Landsjúkrahúsinum.

Starvsøkið hjá Sjúkraflutningstænastuni fevnir um alt landið. Sjúkraflutningstænastan hjá Sjúkrahúsverkinum hevur umleið 25 bilar, íroknað 15 sjúkrabilar. Væntast kann at arbeiðsuppgávur eisini vera á Klaksvíkar Sjúkrahúsi og Suðuroyar Sjúkrahúsi eftir tørvi.

Vit vænta, at tú

  • Hevur viðkomandi útbúgving innnan økið
  • Hevur drúgvar royndir innan viðlíkahaldsarbeiði av akførum og tekniskari útgerð
  • Megnar at umstilla teg og taka við nýggjum avbjóðingum
  • Ert tænastusinnað/ur, fyrikomandi og hevur góð samstarvsevni 
  • Hevur virðiliga framferð, bæði yvir fyri sjúklingum, starvsfeløgum og leiðslu
  • Hevur førleika at miðla vitan bæði skrivliga og munnliga
  • Tekur ábyrgd og arbeiðir sjálvstøðugt
  • Virðir starvsfólkapolitikkin og virðisgrundarlagið hjá Sjúkrahúsverkinum, og líkur tey krøv, ið verða sett í mun til at skapa eitt umhvørvi við trivnaði og menning í hásæti
  • Hevur telduførleikar á brúkarastøði
  • Hevur reina revsiváttan
  • Hevur koyrikort til bólk C ella D

Vit bjóða

  • Felags innleiðslu á Landssjúkrahúsinum, umframt innleiðslu á deildini
  • Eitt spennandi arbeiðsumhvørvi við fjølbroyttum avbjóðingum og fakligari menning
  • Fakliga dugnaligar og virknar starvsfelagar
  • Tvørfakligt samstarv

Royndartíðin er 3 mánaðar.

Tey ið verða innboðin til samrøðu, skulu hava reina revsiváttan við. Samrøður verða í viku 32.

Lønar- og setanartreytir sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsfelagið.

Nærri upplýsingar um starvið fáast við at venda sær til Bárður Bendix Mikkelsen, deildarleiðara, á tlf. 234605 ella á teldupost barmi@ls.fo.

Vinarliga søk starvið her.

Umsóknarfreist  er tann 30.07.2024

Upprunaprógv fyri útbúgving og viðmæli skulu havast við til møguliga samrøðu.

Her kanst tú lesa meira um okkara visjón, missión og strategimál. 

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar sjúkrahús og Suðuroyar sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.    

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit brúka í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós