Caféímóttøkuni 5

Matur

Vit bjóða fleiri matmøguleikar. Sí møguleikar á ymisku sjúkrahúsunum niðanfyri.

Landssjúkrahúsið

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:00 – 20:30
Leygardag kl. 10:00 – 20:30
Sunnudag kl. 14:30 – 20:30

Máltíðir
Gerandisdagar kann heitur matur keypast til døgurða, umframt okkurt omaná.
Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Gerandisdagar kanst tú gera tær fjølbroytta salat í salat barrini, og fáa heimabakað smábreyð afturvið. Salat barrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 16:30.

Maturin kann njótast í hugnaligum umhvørvi við borðini í forhøllini ella kann takast við heim.

Klaksvíkar Sjúkrahús

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 08:15 –10:00 og 11:30-13:00

Máltíðir
Gerandisdagar kunnu vitjandi og avvarðandi keypa heitan mat til døgurða og okkurt omaná í kantinuni á fyrstu undirhædd. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Smyrjibreyð
Mánadagar og fríggjadagar fáast smyrjibreyð til keyps millum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Týsdag til hósdag fæst salat úr fjølbroyttari salat barr til keyps. Salat barrin er sjálvtøka og er opin frá kl. 11:30 – 13:00.

Suðuroyar Sjúkrahús

Upp- og afturlatingartíðir
Mándag-fríggjadag kl. 11:30-13:00

Máltíðir
Gerandisdagar kunnu sjúklingar og avvarðandi keypa heitan mat í kantinuni á Suðuroyar Sjúkrahúsi. Døgurði er at fáa ímillum kl. 11:30 og 13:00.

Smyrjibreyð
Allar gerandisdagar fáast smyrjibreyð og tvíflísir til keyps millum kl. 11:30 og 13:00.

Salat barr
Allar gerandisdagar fæst salat úr fjølbroyttari salat barr til keyps millum kl. 11:30 og 13:00.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós