Sjúklingaleiðbeining

Sjúklingar, avvarðandi og starvsfólk kunna ringja til sjúklingaleiðbeinararnar, um tørvur er á vegleiðing ella hjálp viðvíkjandi sjúklingagongdum.

Í Sjúkrahúsverkinum arbeiða vit tilvitað við sjúklingagongdum og miða altíð eftir at skipa góðar sjúklingagongdir. Uppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarum er at tryggja, at tað eisini er galdandi í samlaðu sjúklinga- og sjúkugongdunum, ið t.d. eru tvørtur um deildir, deplar, sjúkrahús og lond. 

Sjúklingaleiðbeinarin kann hjálpa við:

  • Spurningum í mun til viðgerð, røkt og kanningum
  • Vera hjásitari til viðtalu
  • Vegleiða um persónligar spurningar
  • Annað, ring og spyr!

Sjúklingaleiðbeinararnir hava tagnarskyldu.

Í høvuðsheitum er arbeiðsuppgávan hjá sjúklingaleiðbeinarunum tvíbýtt, soleiðis at arbeiðið bæði verður við sjúku- og sjúklingagongdum.

Sjúklingagongdir

Er organisatoriska arbeiðslagið í mun til viðgerðargongdina hjá sjúklinginum ella sjúklingabólkinum. Tá arbeitt verður við sjúklingagongdum krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at fylgja, greina, vísa á og fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørtur um fakbólkar, ið bøta um sjúklingagongdirnar í organisatiónini.

Sjúkugongdir

Er at taka fatur í ítøkiligum viðgerðargongdum hjá sjúklinginum. Til tað krevst, at sjúklingaleiðbeinarin megnar at vegleiða, vísa á og ganga undan við at fáa sjúkugongd hjá ávísum sjúklingi ella sjúklingabólki í ljósmála, raðfesta og í rættari tíð at fáa í lag samstarv og arbeiðsgongdir tvørtur um fakbólkar, ið bøta um sjúkugongdir hjá sjúklingum og sjúklingabólkinum.

Samband

Sjúklingaleiðbeinararnir eru at hitta gerandisdagar

  • telefon: 304629
  • teldupost: slb@ls.fo.
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós