Rættindi

Ávísing

Viðgerð í sjúkrahúsverkinum er vanliga eftir ávísing frá kommunulækna, kommunulæknavaktini/1870 ella umvegis Bráðmóttøkuna.

Hetta er galdandi bæði fyri persónar, ið búgva í Føroyum, umframt útlendigar.

Rættindi til ókeypis viðgerð

Hvørjir persónar hava rætt til ókeypis viðgerð og til hvørjar viðgerðir?

  1. Tey sum hava havt fastan lógligan skrásettan bústað (og hava føroyskt p-tal) á Landsfólkayvirlitinum í Føroyum longri enn undanfarnu 6 vikurnar. Persónar sum flyta bústað úr Danmark ella Grønlandi hava rættindi beinanvegin tey hava skrásettan bústað í Føroyum. Rættindi fevna um alt slag av kanning, viðgerð og røkt.
  2. Norðurlendingar og bretar (persónar við skrásettum bústaði í Danmark, Íslandi, Noregi, Finlandi, Svøríki, umframt Grønlandi og Stóra Bretlandi), hava rætt til ókeypis viðgerð í sambandi við bráðfeingis sjúku, bráfeingis skaða, bráfeingis barnsburð ella versnandi kroniska sjúku.
  3. Persónar, sum hava fastan bústað í Danmark ella Grønlandi og sum ganga í skúla ella eru í læru í Føroyum hava rætt til øll sløg av kanning, viðgerð og røkt.
  4. Persónar, sum í útbúgvingarørindum ella í sambandi við almannagagnligt arbeiði eru búsitandi uttanfyri Føroyar, sum eru í Føroyum, og sum frammanundan fráflyting úr Føroyum hava verið skrásettir í fólkayvirlitinum í minsta lagi 5 ár tilsamans hava, eftir ávísing frá lækna, rætt til ókeypis veitingar og viðgerð í føroyska heilsuverkinum eftir somu treytum, sum eru galdandi fyri persónar, sum eru búsitandi í Føroyum.

Ert tú lesandi við barn, og býr í Danmark, men ynskir at eiga á Landssjúkrahúsinum, eru serligar reglur galdandi. Set teg í samband við Uttanlandstænastuna á Landssjúkrahúsinum.

Gjald fyri viðgerð

Persónar og viðgerðir sum ikki eru fevndar av hesum ásetingum um ókeypis viðgerð skulu gjalda fyri viðgerðina í sjúkrahúsverkinum.

Henda avrokning verður gjørd við endan av viðgerðini og tekur støði í donsku DRG-avrokningarskipanini. Møguleiki er við viðgerðarbyrjan at geva eina ábending um viðgerðarkostnaðin. Rindað verður antin kontant/gjaldskorti ella umvegis tryggingarfelag ella arbeiðsgevara.

Eru ivamál viðv. rættindunum og møguleikum fyri viðgerð hjá útlendingar ber til at venda sær til Uttanlandstænastuna á uttanlandst@ls.fo ella á tel. 30 45 00 lokal 1150. - gerandisdagar frá kl. 8.00-16.00.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós