Steno gransking

Á hesari síðuni kanst tú lesa og hoyra um steno gransking.

Diabetesforskerne poddvarp

Sæson 3 - 1440x480.pngDiabetesforskerne er poddvarpsrøð, ið Steno Diabetes Center Nordjylland hevur tikið stig til í samstarvi við allar sjey Stenomiðstøðirnar í Danmark, Grønlandi og Føroyum. Endamálið við poddvarpsrøðini er at deila vitan um diabetes og gransking, at geva innlit í "maskinrúmið" á Stenomiðstøðunum, og at geva innlit í framtíðar diabetesviðgerð. Lurta eftir poddvarpsrøðini Diabetesforskerne, har tú vanliga lurtar eftir poddvarpi.

Hava tit spurningar um poddvarpið, kunnu tit venda tykkum til Steno Miðstøðina steno@ls.fo. 

Partar úr røðini koma út í næstum

Diabetesforskerne – 5. sesong

Lurta eftir nýggjum granskingarverkætlanum í fimtu sesong av vælumtóktu poddvarpsrøðini Diabetesforskerne, sum tær sjey Stenomiðstøðirnar hava tikið stig til.   

Steno Miðstøðin er ein av teimum sjey miðstøðunum, sum eru handan poddvarpsrøðina Diabetesforskerne. Tað eru 13 partar í fimtu sesong, ið geva eitt áhugavert innlit í nýggjastu granskingina og vitanina um diabetes.  

Fýra partar koma út alment tann 5.mars 2025. Síðani kemur ein nýggjur partur út hvønn mikudagin næstu vikurnar. 

Podcastbuereauet hevur framleitt poddvarpsrøðina, og vertur er Simon Brix.  

1. partur: Hjartasjúkur verða lættari at síggja, og harvið eisini lættari at fyribyrgja

Nýggj gransking gevur greiðar ábendingar um, at viðgerar gerast betri til at síggja frammanundan, hvør við diabetes 2 er í stórum vanda at fáa hjartakarsjúku.  
 
Við røttu vitanini kunnu vit betri seta inn tíðliga og fyribyrgja eitt nú blóðtøppar í hjarta ella heila. 
 
Hesum greiðir Sidsel Louise Domazet, post doc-granskari á Steno Diabetes Center Odense, okkum nærri frá í hesum partinum av Diabetesforskerne. 

2. partur: Samrøður um kropsfatan, kunnu hjálpa ungdómi við diabetes

Ein nýggj kanning er gjørd um hvussu diabetestøkni, sum partur av diabetesviðgerðini, ávirkar kropsfatanin hjá teimum ungu við diabetes. 

Endmálið er at fáa kropsfatan inn í samrøðuna millum tey ungu og heilsustarvsfólkini. 

Hesum greiðir Malene Beck, granskari á  Syddansk Universitet og granskingarleiðari á deildini á børn og ung á Sjællands Universitetshospital í Roskilde frá.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós