Rectangle 59 2

Sjúkrahúsverkið

Sjúkrahúsverkið fevnir um tey trý sjúkrahúsini: Landssjúkrahúsið, Klaksvíkar Sjúkrahús og Suðuroyar Sjúkrahús. Okkara uppgáva er at veita øllum dygdargóðar heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð. 

Vit eru trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir felags virðum. Í Sjúkrahúsverkinum vísa vit virðing fyri sjúklingunum, avvarðandi og starvsfólki, og miða altíð eftir at veita rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum. 

Sjúkrahúsverkið er eitt fjølbroytt arbeiðspláss, har virðini stev, áræði og flog, eru okkara kumpass, sum vit nýta í okkara yrki í gerandisdegnum. Í Sjúkrahúsverkinum starvast út við 1.200 starvsfólk innan 30 ymiskar fakbólkar.

Leiðslan í Sjúkrahúsverkinum

Steinar Eirikstoft,
Forstjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum
T-postur: steinar@ls.fo

Alexandra á Dul,
Stjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi
T-postur: alexandra@ks.fo

Hanus Toftheyggj,
Stjóri í Sjúkrahúsverkinum og sjúkrahússtjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi
T-postur: hanto@ssh.fo

Gunnvá Guttesen,
Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum og varastjóri á Landssjúkrahúsinum.
T-postur: gungu@ls.fo

Súsanna Olsen,
Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum og varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
T-postur: susanna@ks.fo

c09d9bfq.png

Gunnbjørg Guttesen,
Varastjóri í Sjúkrahúsverkinum og varastjóri á Suðuroyar Sjúkrahúsi.
T-postur: gunnbjorg@ssh.fo

Tummas í Garði,
Varastjóri við læknafakligari bakgrund í Sjúkrahúsverkinum
T-postur: tumga@ls.fo

Visjón, missión, virðir og strategi

Visjón

  • Trý sjúkrahús, sum samskifta, virka og skapa eftir somu virðum.
  • Felags mentan og sami samleiki tvørtur um sjúkrahúsini.
  • Virðing fyri sjúklingum, avvarðandi og starvsfólki, so at góð hugskot birtast og hava gróðrarlíkindi fyri víðarimenning.
  • Áhaldandi menning av starvsfólkum, stuðlað av nýggjastu tøkni.
  • Rættstundis sjúkugreinan og viðgerð við skipaðum sjúklingagongdum.

Missión

Dygdargóð heilsutænasta alt lívið

  • Sjúkrahúsverkið veitir heilsutænastur, ið fevna frá gitnaði til seinastu fráferð.
  • Málið er dygdargóðar heilsutænastur, bornar av vitan og tænastusinni.

Vitan

  • Faklig vitan, førleikar og menning
  • Tøkni í breiðastu merking
  • Mentan, ið er opin og fevnandi

Tænastusinni

  • Uppliving av at vera í miðdeplinum
  • Uppliving av góðari tænastu
  • Uppliving av nærlagni

Virðir

1. Stev
At hava felags stev gevur styrki, sýnir samanhald og vekir álit.

Fyri at halda felags stev, mugu vit arbeiða tvørtur um mørk, deildir og fakøki. Vit eru øll javnlík, tá uppgávur skulu loysast – og fyri at koma á mál, krevur tað bæði samskipan, samskifti og eina neyva kós.

Rúm skal vera fyri øllum, og vit skulu duga at gagnnýta styrkirnar hjá tí einstaka. Øll skulu kenna seg vird, og øll skulu kunna siga sína hugsan.

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú í talu og verki sýnir sjúklingum og starvsfeløgum virðing.
  • At tú setur teg í støðuna hjá tí, tú samstarvar við.
  • At tú raðfestir felags mál hægri enn egin mál.
  • At tú vísir toymisanda millum deildir, deplar og sjúkrahús.

2. Áræði
At hava áræði gevur drívmegi og skapar framburð.

Fyri okkum er umráðandi at vera ágrýtin, sýna jaligan hugburð og vilja royna nýggjar leiðir. Vit skulu veita høga dygd og skjótleika.

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú birtir vón og vísir á gongdar leiðir.
  • At tú ert áhaldandi og vísir nærlagni.
  • At tú eggjar til loysnir.
  • At tú tekur ábyrgd, tá avgerðir skulu takast.

3. Flog
At hava flog merkir, at vit kunnu vera skapandi, hugsa víðskygt og navigera í broytingum, samstundis sum vit loysa okkara uppgávur.

Flog er eitt fjøltáttað hugtak, sum krevur, at vit nýta okkara hugflog, eru forvitin, koma við góðum hugskotum, mennast og skapa yvirlit.

Fyri at halda flognum krevst framfýsni. Til tess krevst føði – vitan og menning.

Í atburði merkir hetta: 

  • At tú setur høg mál og torir at bróta upp úr nýggjum.
  • At tú býður vanahugsan av.
  • At tú ert móttøkubúgvin fyri broytingum.
  • At tú støðugt víðkar sjónarringin.

Strategi

Strategiin hjá Sjúkrahúsverkinum kann lesast her.

Organisatiónsdiagram

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós