Avtala um Steno Miðstøð í Føroyum
Diabetes- og endokrinologiska ambulatoriið á Landssjúkrahúsinum lat dyrnar upp sum Steno Miðstøð 1. januar 2023. Arbeiðið á Steno Miðstøðini er lutvíst fíggjað av Novo Nordisk Fonden, og hoyrir Steno Miðstøðin til Medisinska depilin, Medisinskt ambulatorium, á Landssjúkrahúsinum. Steno Miðstøðin er ein av sjey Steno miðstøðum í Føroyum, Grønland og Danmark. Endamálið við Steno Miðstøðini er at tryggja borgarum við diabetes og øðrum endokrinologiskum sjúkum bestu viðgerðina og at arbeiða við at fyribyrgja sjúku - og á henda hátt vera við til at økja um lívsgóðskuna hjá persónum við diabetes og øðrum hormonsjúkum í Føroyum.
Á Steno Miðstøðini verður arbeitt við betranarátøkum, tvørgeira samstarvi og gransking, umframt diabetes- og endokrinologiskari viðgerð. Gransking í diabetes- og øðrum hormonsjúkum er partur av kjarnuvirkseminum á Steno Miðstøðini. Granskingarvirksemið er skipað í samstarvi við Heilsugranskingareindina í Sjúkrahúsverkinum. Betrnararbeiðið á Steno Miðstøðini er býtt upp í trý átaksøki:
- Klinisk betranarátøk
- Tvørgeira samstarv, útbúgving og førleikamenning
- Heilsugransking
Filmsbrotið niðanfyri "Brugerberetning - Guðrið Reinert Joensen" varð víst fram í sambandi við Steno symposium á heysti 2024. Sí samrøðuna við Guðrið við at trýsta á myndina.
Virkisætlan
Í avtaluni um Steno Miðstøð millum Føroya Landsstýri/Heilsumálaráðið og Novo Nordisk Fonden verða eisini íløgur gjørdar í at styrkja granskingarinfrakervið í Sjúkrahúsverkinum og í ein Steno-bygning, ið eftir ætlan skal byggjast á økið hjá Landssjúkrahúsinum í J.C. Svabosgøtu í Tórshavn. Til ber at lesa meira í virkisætlanini fyri Steno Miðstøðina (tak niður her). Steno Miðstøðin eitur á donskum Steno Diabetes Center Færøerne, stytt SDCF.
Les um virkisætlanina hjá Steno Miðstøðini niðanfyri (á donskum).
Steno Miðstøðin ambulatorium
Á Steno Miðstøðini ambulatorium á Landssjúkrahúsinum starvast læknar, sjúkrarøktarfrøðingar, læknaskrivarar og dietistur.
Les meira um kliniska arbeiðið á Steno Miðstøðini á Steno Miðstøðin - ambulatorium.
Steno Miðstøðin á LinkedIn
Les meira um virksemið á Steno Miðstøðin á LinkedIn
Steno Diabetes Center Faroe Islands - SDCF
Samband
Til ber at skriva til steno@ls.fo hevur tú fyrispurningar um virksemið á Steno Miðstøðini.
Er tú knýtt/ur at Steno Miðstøðini og fyrispurningar um viðgerðina o.a.,verður tú biðin um at venda tær til ambulatoriið á Steno Miðstøðini. Læknaskrivarar svara telefonini yrkadagar millum kl.10.30-12.30, tlf. 30 46 40. Sjúkrarøktarfrøðingur svarar telefonini yrkadagar millum kl.13.00-14.00, tlf. 30 45 00 lokal nr. 6226.
About Steno Diabetes Center Faroe Islands
The well established diabetes and endocrinology outpatient clinic at the National Hospital of the Faroe Islands opened its doors as "Steno Miðstøðin" on January 1, 2023.
The purpose of Steno Diabetes Center Faroe Islands is to ensure that citizens with diabetes and other endocrine diseases receive the best possible treatment and to work on disease prevention — thereby contributing to improving the quality of life for people with diabetes and other hormonal disorders in the Faroe Islands.
At Steno Miðstøðin, efforts focus on quality improvement initiatives, cross-sector collaboration, and research in addition to diabetes and endocrinological treatment.
Research into diabetes and other hormonal diseases is a core activity at Steno Miðstøðin. The research activities are organised in collaboration with the Health Research Unit within Sjúkrahúsverkið. The improvement and quality work at Steno Miðstøðin is divided into three focus areas:
1. Clinical quality improvement initiatives
2. Cross-sector collaboration, education, and skills development
3. Clinical health research
The work of Steno Miðstøðin is partially funded by the Novo Nordisk Foundation, and the center is part of the Medical Department at the National Hospital. The Steno Center is one of seven Steno centers located in the Faroe Islands, Greenland, and Denmark. Read more about the collaboration at steno.dk.
Contact us: steno@ls.fo





