ABC útivika hevur verið á Psykiatriska deplinum
Psykiatriski depilin er partur av samstarvi við Heilsustýrið, um ABC fyri sálarligari heilsu. Hesa vikuna var útivika og nógv ymiskt hevur verið á skránni.
Skipað hevur verið fyri gongutúri niðan á Kongavarða, framvið Sandá og aðrastaðni í umhvørvinum á Eirargarði. Eisini hevur stig verið tikið til at grilla, havt ruddingardag, at lúka og planta blómur.
Tað er so ymiskt hvat fólk orka, men okkurt er til øll. Veðrið hevur eisini verið til vildar hesa vikuna, og hvønn dag hevur lagt verið til rættis fyri, at fólk kunnu gera ymiskt uttandura.
Stundir hava eisini verið, til at taka sær av løttum og njóta sólstrálurnar. Veðrið hevur gjørt nakað heilt serligt, og fólk hava upplivað ein eyka orku og betri hugalag hesar dagarnar.
"Tað er so hugnaligt, hóast eg ikki er sosialur, so gevur tað mær dirvið til at vera við." letur úr einum. Tað snýr seg um at skapa tær góðu løturnar, har øll kunnu vera við á sín egna hátt.
Dagarnir á innleggingardeildini hjá Psykiatriska depli kunnu til tíðir gerast einstáttaðir, men átøk sum hesi gera mun, bæði fyri starvsfólk og innløgd.