Eitt stórt fet fyri psykiatriina og Sjúkrahúsverkið
Í næstu viku verður eitt stórt fet tikið í Sjúkrahúsverkinum. Tá byrjar flytingin av pørtum av Psykiatriska deplinum av Eirargarði og oman í nýggja H-bygningin. Hetta er byrjanin uppá seinasta partin av arbeiðinum at fylla nýggja bygningin við virksemi.
Við flytingini fara fólk við likamligum og sálarligum sjúkum at nýta somu høvuðsinngongd til sjúkrahúsið. Hetta er ikki bert ein flyting av deildum, men eisini ein staðfesting av broyttum hugburði til sálarliga heilsu og psykiatri.
Tá Statshospitalið varð bygt í 1960'unum, var ætlanin longu tá, at psykiatriin skuldi hava tætt samband við Landssjúkrahúsið. Bygningarnir vóru tí knýttir saman við felags tænastum, felags infrastruktur og einum tunli millum psykiatrisku seingjardeildina og Landssjúkrahúsið. Í 1969 varð Statshospitalið, sum vit í dag kenna sum Psykiatriska depilin á Eirargarði, tikið í nýtslu.
At fáa eitt psykiatriskt sjúkrahús var ein stór framgongd fyri Føroyar. Nógv minnast framvegis tá sjúklingar komu heim aftur úr Danmark. Á Eirargarði vóru seingjardeildir, viðgerðarhøli, bústaðir og aðrar tænastur, ið skuldu skapa góðar umstøður hjá teimum innløgdu. Eisini komu frisørar og onnur út á Eirargarð at veita tænastur og gera gerandisdagin meira virknan og menniskjaligan.
Í nógv ár hevur psykiatriin verið staðsett fyri seg. Tí hevur flytingin eisini eitt symbolskt virði. Sálarlig og likamlig heilsa verða meira javnsettar. Tað, sum fyrr var skilt sundur, verður nú savnað undir sama taki og við somu inngongd.