IMG 2717

Føðideildin flutt í H-bygningin

Móttøka var á H2 í dag, 1. september, fyri at hátíðarhalda, at Føðideildin er flutt í nýggj høli í H-bygninginum.

Byrjað varð klokkan 10, tá ein stórur riðil av fólki gekk frá gomlu føðideildini í A-bygninginum yvir í H-bygningin. Millum tey, sum markeraðu flytingina, vóru bæði fyrrverandi og núverandi starvsfólk á deildini umframt komandi foreldur, sum eru á deildini. Hetta var ein sera vøkur markering av løtuni, og tað merktist, at fólk vóru spent og fegin um at føðideildin nú fær betri og meiri nútíðarhóskandi umstøður at virka í og at tey, sum skulu vera á deildini, fáa eina betri uppliving, tá tey bjóða sínum nýggja dýrgripi vælkomnum.

Tá ið komið var í H-bygningin, varð løtan markerað við, at snórur varð kliptur, og kenda talvan, sum vísir, nær tey nýføddu eru borin í heim, fekk sítt nýggja heim á vegginum í snotiligu nýggju gongini.

Til hátíðarløtuna bjóðaði Rannvá Debes Christiansen, leiðandi ljósmóðir, vælkomin, og Diana Reynstind, serlækni, helt eina røðu. Síðani bar Eyðdis Hartmann Niclasen, landsstýriskvinna, røðu fram.

Poulina Abrahamsen og Sanna Hansen, sum báðar hava arbeitt í mong ár sum ljósmøður, bóru fram eina heilsan og lýddu aftur á søguna hjá Føðideildini. Tær gleddust eisini báðar um nýggju umstøðurnar hjá deildini.

Starvsfólkini handaðu leiðarum sínum blómutyssi sum tøkk fyri tað megnar arbeiðið, tær hava lagt í deildina og flytingina, sum nú er framd.

Fá munnu vera, sum ikki kenna føroysku sangskattirnar Morgun eftir Martin Joensen og Kvøða til pinkubarnið eftir M.C. Restorff. Við vøkru tónunum og orðunum „Morgun og nýføddur grátur“ og „Vælkomin verið tú, nýborna barn“ gjørdist løtan heilt serlig fyri okkum, sum vóru við.

Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós