514287017 1147348747409362 6246658295462852239 N

Sjúkrahúsverkið hevur fingið nýggja strategi, ið skal seta kósina komandi árini. Málið er eitt sameint og samanhangandi sjúkrahúsverk, har sjúklingurin er í miðdeplinum, og har starvsfólk, fakbólkar og sjúkrahús arbeiða saman, um tryggar heilsutænastur við høgari dygd.

Seinastu árini hevur Sjúkrahúsverkið ment seg nógv. Fakligheitin er styrkt, tænasturnar eru víðkaðar, og fleiri týdningarmikil stig eru tikin móti einum meira nútímans heilsuverki. Samstundis seta millum annað fleiri eldri borgarar, fleiri fólk við varandi sjúku og skjót tøknilig menning nýggj krøv til heilsuverkið.

Nýggja strategiin skal hjálpa Sjúkrahúsverkinum at møta hesum broytingum, og samstundis vísa leiðina fram ímóti einum universitetssjúkrahúsi.

Strategiin snýr seg ikki bara um skipanir og arbeiðsgongdir. Hon snýr seg fyrst og fremst um menniskju. Um sjúklingar, sum skulu uppliva trygd, samanhang, innlit og ávirkan á egna sjúklingagongd, og um starvsfólk, sum skulu hava góðar karmar fyri trivnað og fakliga menning.

Ein strategi broytir tó einki í sjálvum sær. Tað gera vit saman, og tí skal strategiin gerast eitt livandi amboð í gerandisdegnum, og eitt felags grundarlag fyri menningina av Sjúkrahúsverkinum.

Lesið okkara nýggju strategi niðanfyri.

1
2
3
4
5
6
7
8
9
10
11
12
13
14
15
16
17
18
19
20
21
22
23
24
25
26
27
28
Send viðmerkingar ella hugskot til okkum fyri at betra um virksemið í Sjúkrahúsverkinum
Rís og rós