Gomlu læknahúsini í Klaksvík tikin í nýtslu
Mánadagin tann 5. mai var almenn móttøka á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, tí gomlu læknahúsini vórðu tikin í nýtslu. Tað er fyrisitingin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið er flutt oman í nýumvældu og søguligu húsini.
Húsini eru bygd í 1923, á sama stað sum fyrru læknahúsini, ið vóru bygd umleið 1870, stóðu. Hesi fyrru læknahúsini vórðu tikin niður, av tí tey vóru í so sera ringum standi. Nógv av viðinum er tó nýttur aftur í Gomlu læknahúsunum, sum í dag standa so hábærslig. Tað var Jógvan Zachariasen, læknin, sum fyrstur flutti inn í Gomlu læknahúsini. Jógvan Zachariasen var ættaður av Kirkju á Fugloy. Hann var fyrst útbúgvin lærari og síðani lækni.
Eitt afturlit vísir, at gomlu læknahúsini hava verið bæði bústaður og læknaviðtala hjá nógvum ymsum læknum, fram til 1995. Nógvar álvarsamar, fittar og spennandi søgur eru knýttar at húsunum. Bæði um fólkini, ið hava búð har og um økið rundanum.
Sjúkrasystur, sum mintist til tíðina, tá ið ein lækni nevndur Dr. Stærmose starvaðist á sjúkrahúsinum hevur fortalt, at hann illa sjúkur var noyddur at fara úr sjúkrasongini yvir á sjúkrahúsið at gera kejsaraskurð á eina barnakonu, soleiðis at hon og barnið kundu yvirliva. Bert fáar dagar seinni andaðist hann.
Húsini eru høvuðsumvæld, men hava framhaldandi verandi bygningssnið og gamla tilfarið er í størsta muni endurnýtt. Urtagarðurin við trøum, sum eru uppi í teimum elstu í Føroyum, er hampaður. Húsini eru vøkur bæði innan og uttan og hava uppiborið at koma til sín rætt aftur. Næsta stig verður at fríðka meira um urtagarðin, sum vónandi verður til gagns fyri sjúklingar, avvarðandi, starvsfólk og øll onnur, sum ynskja eina friðsæla løtu í einum vøkrum og veðurgóðum umhvørvi í Klaksvík.
Til móttøkuna hildu landsstýriskvinnan í heilsumálum, Súsanna Bertholdsen og sjúkrahússtjórin á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, Alexandra á Dul røður